Harley
Klaksvík
6,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sparingar uppá 75 mill. kr. hjá tí almenna

John William Joensen

Eg fegnist stórliga um at sjómannfrádrátturin varð varðveittur og at vit megnað at fremja rationaliseringar. Sum heild er talan um eina avtaluð sum fer at seta gongd á aftur og tað kunnu vit fegnast um, sigur Jákup Mikkelsen, formaður í tingbólki Fólkaflokksins

Jákup Mikkelsen sigur at avtalan millum teir tríggjar samgonguflokkarnar er positiv eftir umstøðunum.

– Eitt sum er kenni sera hugstoytt er at tey fólkini sum manna leiðslurnar í almennu fagfeløgunum ikki vildu taka eitt tak saman við okkum, hóast allir aðrir partar av samfelagnum verða umfataðir av politisku inntrivunum.

– Eg fegnist serliga um at vit gerða íløgur fyri 100 milliónir kr. meira í 2010 enn í 2009. Eisini hevur samgongan avtalað at raksturin hjá tí almenna verður lækkaður við 75 milliónum krónum.

– Royndir vóru gjørdar at avtaka sjómannskattin men sjómennirnir gingu fríðir tá av tornaði og tað eri eg sera væl nøgdur við.

– Ólavsøkuuppskotið er eitt úrsliti av sera drúgvum tingingum millum tríggjar flokkar og tað vil altíð verða  viðurskiftið sum man ikki er nøgdur við.