Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Spenandi handil letur upp

Dávur Winther

Komandi leygardag letur ein eldhugað og ung dama, 20 ára gamla Poulina Øregaard upp spenandi gávuhandil, D.LUX á Nólsoyar Páls gøtu 3 í Klaksvík.

Komandi leygardag letur ein eldhugað og ung dama, 20 ára gamla Poulina Øregaard upp spenandi gávuhandil, D.LUX á Nólsoyar Páls gøtu 3 í Klaksvík. 

Talan er um gávulutir og brúkslist, men eisini er eitt nýhugsað virki, Polly Design, sum er knýtt at gávuhandlinum. Polly Design, stendur Poulina Øregaard eisini fyri. Hon ger áhugaverdar og vakrar prýðislutir sum armbond, hálsprýði, oyralokkar og ringar.

 

Jú, spennandi verður at støkka inn á gólvið í nýggju gávubúðini á Nólsoyar Páls gøtu 3 í Klaksvík – D.LUX – leygardagin 16. nov. kl. 10.00