Fleiri av mætastu sangarum og tónasmiðum, sum Klaksvíkin hevur fostrað vera á palli fríggjakvøldið í Badmintonhøllini.
Í samband við 100-ára haldið hjá Klaksvíkar Kommunu verður konsert í Badmintonhøllini fríggjakvøldið 15 aug. kl. 21.00. Millum luttakararnir eru Jógvan Hansen, Pætur Við Keldu, Eyðun Nolsøe, Birgir Sigurðsson, Karl Martin Samuelsen, Steintór Rasmussen og Hanus G. Johansen.
Hesir fara allir at syngja sangir, sum á ein ella annan hátt hava havt týðning fyri tónleikalívið í Klaksvík, og sum hava gjørt Klaksvíkina kenda í føroyska tónleikalandslagnum.
Ein vælspælandi bólkur, mannaður við Høgna Klakkstein á trummum, Arnoldi Ludvig á bass, Leivuri Thomsen á el-guitar, Eyðun Nolsøe kór og akk. guitar, Pætur Við Keldu kór og tangentar og Jógvan Hansen kór v.m., ferð at spæla undir hjá hesum mongu solistunum so tað kann roknast við einari superkonsert við nøkrum av okkara bestu og kendu sangarum og sangskrivarum. Ljóðið verður stýrt við kønari hond av Inga Isaksen.
Konsertin er ókeypis og verður fríggjakvøldið 15 aug. kl.21.00 í Badmintonhøllini.




