Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Spennandi at fáa nýggjar tunlar

Una S. Michaelsen

Tað hevur verið long bíðitíð, eftir tunlinum norður um fjall. Nú er fari í holt, við at gera nýggjar tunlar. Tunlarnar norður um fjall koma vónandi innanfyri fýra ár.

Tunlarnar norður um fjall, vóru tiknir í nýtslu, í upprokning í 1965 og 1967. Tað var heilt stórt fyri norðuroyggjar at fáa tunlarnar, norður um fjall, tí tað var ikki vanligt tá á døgum við tunlum.  

Tunlarnar hava bert eina koyribreyt, og tað skapar ofta propp í tunlinum. Tá nýggjar tunlar koma, noyðist ikki tíð setast av til fráferð.  
 
 
Nú er tað fari í gongd, við at gera tunlarnar norður um fjall. Arbeiði verður rokna við at taka umleið fýra ár, og mett verður at tað kemur at kosta umleið 522 milliónir. Í 2010 var eisini eitt uppskot lagt fyri løgtinginum, har var tað mett at kosta umleið 252 milliónir. Teir nýggju tunlarnar verða settir sama stað, ið núverandi tunlar standa.  

 

 

Gerandis dagar koyra umleið 2.000 bilar ígjøgnum, og tað fer vónandi at veksa, tá nýggjar tunlar koma, tí at fleiri fólk føla seg ótryggan at koyra ígjøgnum tunlarnar, sum teir eru nú, tí at teir eru ov lágir, og tað er trongd at koyra ígjøgnum. Nú tá nýggjar tunlar koma, norður um fjall, er vón fyri fólkavøkstur, ella bara at meir ynskja at byggja summarhús.  
 
 
Samanumtikið so verður tað deiligt at fáa nýggjar tunlar, fyri tey ið koyra ígjøgnum hvønn dag, og vónandi fer fólkavøksturin at veksa.