Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Spennandi at savna Brandskúlan og Sjónám í Klaksvík

John William Joensen

Men avgerð er ikki tikin endaliga og peningurin skal brúkast til at kanna um møguligt er at leggja Brandskúlan saman við Sjónám.

Tað sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentanarmálum í viðmerking at løgtingið undir triðju viðger samtykti at játta 300.000 kr. til:
 
…til flyting av á verandi brandskúla við Áir til Klaksvíkar. Hvalastøðin við Áir, har brandskúlin nú liggur, er um at vera liðugt umvæld og verður eftir ætlan liðug at taka í nýtslu sum nýtt ferðavinnumál í 2019. Tí er neyðugt at flyta brandskúlan…..

Neyðugt at flyta skúlan
Landstýriskvinnan í mentamálum sigur at hon vónar at skúlin kann flytast til Klaksvíkar.

– Tað hevur leingi verið eitt ynski, at flyta Brandskúlan við Áir, og nú ætlanirnar at lata upp ein ferðavinnudepil við Hvalastøðina, er spurningurin vorðin aktuellur aftur.
– Í hesum sambandi halda vit tað vera upplagt at kanna møguleikan fyri at leggja hann í Klaksvík, har vit framanundan hava Sjónám og virksemi har.
– Næsta stig verður at taka spurningin upp við viðkomandi partar og at gera møguligar kanningar
–  Avgerðin er ikki tikin enn. Fyrst mugu vit í dialog við kommununa og onnur at kanna málið. Men eg haldi sjálv, at tað hevði verið spennandi at fingið samlað hetta í Klaksvík, sigur Rigmor Dam í stuttari viðmerking.