Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Spennandi at vita, hvussu skjótt hetta gerst veruleiki í Føroyum. Vanligt er, at tað, sum er gott latín í Danmark ídag kemur higar eftir fimm til tíggju árum: Foreldur í skúla fyri at læra barnauppaling

John William Joensen

“Heilt nógvar familjur hava ikki gjørt sær greitt, at meiri enn kærleiki skal til, tá børnini skulu alast upp,” sigur Tryggvi Kaldan, sum saman við øðrum upplærir
vaksandi tal av foreldrum at uppala egnu børn síni

Sokallaðir familjuflokkar, har børnini fáa vanliga frálæru, meðan foreldrini læra at uppala egnu børn síni, fáa alt fleiri næmingar, skrivar Kristeligt Dagblad.

Umleið 1.000 foreldur kring landið í Danmark, leiða egnu børn síni fleiri ferðir um vikuna fyri í felag at fáa stuðul og coaching í flokkunum, og eftirspurningurin á skúlunum økist merkisvert, verður sagt frá eini røð av skúlum.

“Nærum øll sløg av foreldrum koma her, og felags fyri tey er, at børnini ikki brúka síni evni rætt men hava yvirtakið bæði í skúlastovuni og í heiminum,” sigur leiðarin á Familiecenter Løvdal í Helsingør, Tryggvi Kaldan við Kristiligt Dagblad.

Trupulleikin fyri mong foreldur er, at tey ikki skilja millum kærleika til børnini og tørv á mørkum í uppalingini, greiðir hann frá:

“Heilt nógvar familjur hava ikki gjørt sær greitt, at meiri skal til enn kærleiki, tá børnini skulu uppalast. Í dag eru øll mál til kjak og umrøðu, og foreldrini tørvað heilt einfalt myndugleikan til at standa føst, tá mørk verða roynd. Vit bjóða coaching og serkønar karmar, so foreldrini kunnu fáa uppalt børnini og fáa tey á røttu leið viðvíkjandi skúlaarbeiðinum, sum tey helst vilja. Men satt at siga læra foreldrini mest av øllum hvør av øðrum.”

Konseptið við familjuflokkum byrjaði í 2003, og flokkarnir finnast sum serstakir flokkar í einstøku fólkaskúlunum, men eisini sum sjálvstøðugur familjuskúlar. Talið av kommunum, sum bjóða familjufrálæru økjast og spreiðast nú um alt landið.

Sambært kandidat-stipendiat Hanne Knudsen á Danmarks Pædagogiske Universitet, skyldast vøksturin av familjuflokkunum tó ikki einans, at foreldur í fleiri og fleiri førum ikki klára uppalingina, men eisini, at foreldur uppliva sum teirra skyldu at rætta børnunum eina hond sosialt.

“Tá tað í 1970unum varð tosað um disiplin-kreppu í skúlunum, skyldaðist hetta ójavnan. Arbeiðarabørnini fóru upp móti eini órímligari skipan, tá hesi hildu gang, hildu mong. Í 1980unum var tørvurin á nóg góða frálæru ofta hildin fram sum stóri syndarin, men ídag verður ábyrgdin og soleiðis eisini loysnin á “óskikkiligu” børnini eintýðugt løgd á familjuna, tí liggja krøvnini í tíðarandanum, at hesi fáa meiri umrøðu,” sigur hon til Kristiligt Dablad.

nj
Kelda: 180 grader