Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Spennandi framsýning í Smiðjuni í Lítluvík

Danial Viðoy

Tíðindaskriv: Hósdagin 15. september klokkan 16.00 til 20.00 verður fernisering við listafólkunum Bodil Arbjerg Lundby, ið sýnir fram steinlist, og Sólvá Gunnarsson Olsen, ið sýnir fram málningalist.

Tær eru báðar búsitandi í Danmark og hava verið við á ymiskum framsýningum har.

Bodil Arbjerg Lundby hevur eisini sýnt fram í Týsklandi, Grønlandi, Belgia og í Hollandi og hon hevur verið við á sensureraðum framsýningum. Hon er limur í Dansk Billedhugger Samfund.

Sólvá Gunnarsson Olsen er fødd og uppvaksin í Føroyum og hevur áður sýnt fram her. Hon hevur eisini sýnt fram í Italia, og hevur selt málningar til Íslands, Týsklands og Avstralia. Sólvá er fastur framsýnari á Galleri Krebsegården í Keypmannahavn, og á Galleri Tornby í Tværsted.

Framsýningin í Smiðjuni verður opin til og við mikudagin 21. september. Allar dagar frá klokkan 14.00 til 19.00.

Harleyfacadeacryl