Sunnudagin 10. februar kl. 16.00, bjóðar Føroya Shell og Tórshavnar Bátafelag, øllum bátaeigarum í Føroyum til fjøltáttaðar og áhugaverdar fyrilestrar í hølinum hjá Starvsmannafelagnum í Tórshavn.
Sunnudagin 10. februar kl. 16.00, verður eitt spennandi tiltak í hølinum hjá Starvsmannafelagnum í J. H. Schrøtersgøtu 9, í Tórshavn. Tað er Føroya Shell, sum í samstarvið við Tórshavnar Bátafelagið, ið skipar fyri hesum tiltaki, sum er ókeypis. Skráin er bæði fjøltáttað og spennandi.
Hanus Kjølbro, sum fyri stuttari tíð síðani gav bókina Veðurlæru út, kemur at fortelja ymiskt úr hesi bók.
Veðurlæra, er fyrst og fremst ætlað at verða nýtt í undirvísing, men er eisini hent bók hjá øðrum, ið hava áhuga í veðurfrøði. Hanus, sum er útbúgvin skipsførari, hevur hollar royndir sum sjómaður, og lærari á Klaksvíkar Sjómansskúla.
Síðan í summar hevur hann starvast á Sjóvinnudeplinum í Havn. Marius Magnusson, sum er dagligi leiðari á Trygdarmiðstøðini í Klaksvík, kemur at fortelja um trygdina á sjónum. Virðingin fyri trygdini á sjónum, er tey seinastu árini blivin nógv størri millum manna, men enn síggja og hoyra vit um fleiri dømir um væntandi trygdarútbúna umborð á bátunum.
Hetta kann um ringast veit við, hava sera óhepnar fylgir. Umframt Marius og Hanus, koma eisini umboð fyri Fiskirannsóknarstovuna at hava eina framløgu um Snellu og Rúsuroyndir. Tað verða Bjarti Thomsen og Kristian Zachariassen, sum koma at tosa um royndir við ymiskum fiskarúsum út fyri Nólsoy, og royndir við snellu á Føroyabanka. Víst verður millum annað á, hvussu fiskur ber seg at, í og við eina fiskarúsu, og royndir við snellufiskiskapi – millum annað hvønn týdning liturin á beitunum hevur, og hvussu fiskur tekur á húkar. Fleiri undirsjóvarupptøkur verða vístar.
Tilmelding til tiltakið kann gerast á heimasíðuni hjá Tórshavnar Bátafelag – www.marina.fo. Tað er avmarkað atgongd.




