Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Spennandi heilsuvika í Klaksvík

Tíðindaskriv

Ein annarleiðis heilsuvika er sett á breddan í Klaksvík 30. apríl – 4. mai, sum endar við einum braki í Badmintonhøllini leygardagin 4. mai, tá ið m.a. heiðursmerkini frá ½-Marathon-renningini verða handað.

Ein annarleiðis heilsuvika er sett á breddan í Klaksvík 30. apríl – 4. mai, sum endar við einum braki í Badmintonhøllini leygardagin 4. mai, tá ið m.a. heiðursmerkini frá ½-Marathon-renningini verða handað.

Tað er formaðurin í Heilsunevndini, Kristian Eli Zachariasen, sum saman við fólki innan ítróttarheimin í Klaksvík, ið hava tikið stig til hesar dagarnar, ið venda sær til øll í Klaksvíkar kommunu, Norðoyggjum og grannaøkinum annars.

Øll eru vælkomin at vera við, men kanska verður serliga heitt á tey, ið ikki vanliga eru við í onkrari skipaðari kropsligari rørslu, um at vera við, tí øll tiltøkini eru ókeypis.

Eitt nú er ókeypis at svimja í heilsuvikuni, har svimjihøllin eisini bjóðar hópin av ymiskum tiltøkum sum økukapping, venda kajakkum, høgguslokkurin vitjar, kavaraskeið o.a. Eisini bjóða FullPower, Íðka, Badmintonfelagið o.o. ávísar ókeypis venjingartímar.

Heilsuvikan verður sett í Skúlanum við Ósánna týskvøldið 30. apríl kl. 19.30. Jógvan Skorheim, borgarstjóri, og Kristian Eli Zachariassen, form. í Heilsunevndini, bjóða vælkomin. Pál Weihe, yvirlækni – Fólkaheilsuráðið – setur Heilsuvikuna. Aftaná fer Livar Nysted at greiða frá um ferðina um Suðuratlantshavið. Síðani verður kaffi og prát aftaná.

Mikukvøldið greiða Djóni Kunoy og Óluva Zachariassen frá gonguferðum teirra í føroysku fjøllunum. Hóskvøldið halda Jóhanna á Tjaldrafløtti og Magnus Norðberg fyrilestur um týdningin av, hvat tú etur, og um tú ert í venjing/venur – alt hetta í Skúlanum við Ósánna kl. 19.30, har boðið verður til ein kaffimunn og prát aftaná.

Leygardagin 4. mai er nógv á skránni, har serliga endabresturin í Badmintonhøllini hevur nógv at bjóða. Tá verða m.a. heiðursmerkini frá ½-Marathonrenningini handað. Flestu ítróttarfeløgini í býnum verða við, har tey greiða frá virksemi teirra – KÍ, Stjørnan, Mjølnir, Badmintonfelagið, Team Klaksvík, Gongufelagið, Klaksvíkar Róðrarfelag, Treysti, Klaksvíkar Fimleikafelag, FaroeDive o.o.

Boðið verður eisini skeið í brúki av hjartastartara fyri øllum, ein heilsukafé er á skránni, har til ber at máta blóðtrýst,lungaorku, BMI, koliltumátingar o.a. sum Norðoya Apotek tekur sær av. Eisini verður tónleikur á skránni. Smoothie, frukt og leskandi grønmeti verður eisini at fáa. Alt hetta í Badmintonhøllini leygardagin 4. mai í heilsuvikuni.

Leygarkvøldið á miðnátt verður konsert móti gjaldi í Badmintonhøllini, sum hevur fingið heitið Divaz – Partynight.

Jú, lagt er til eina spennandi og annarleiðis heilsuviku, sum bjóðar øllum vælkomin – neyvari skrá verður tøk seinni í vikuni.