Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Spennandi hondbóltsdystur fríggjakvøldið

Jákup Ósá

Skal Team Klaksvík hava stig í ár, so er heimadysturin móti STÍF fríggjakvøldið ein av dystunum, har hetta realistiskt sæð kann lata seg gera.

Skal Team Klaksvík hava stig í ár, so er heimadysturin móti STÍF fríggjakvøldið ein av dystunum, har hetta realistiskt sæð kann lata seg gera.

STÍF verður sum skilst uttan stórskjúttan Sveinur Justinussen, meðan ivamál er um Marius Joensen. Tískil eru strandingar nakað viknaðir, meðan Team Klaksvík ongantíð hava verið so væl mannaðir sum nú, har bæði Dánjal Kjærbo og Jón Jacobsen aftur eru tøkir saman við leikandi venjaranum Zarko Pejovic. Team Klaksvík vísti stóra framgongd tveir teir fyrstu dystirnar eftir at Zarko kom heim, men fingu ein frammaná frá KÍF síðsta fríggjadag.

Men stigatalvan sigur, at STÍF framvegis má metast sum greiður favorittur, tí teir hava verið í steypafinaluni og leingi verið við í kappingini um 2. plássið. Tó kann dysturin blíva spennandi, um Team Klaksvík rakar dagin.

Dysturin í Badmintonhøllini byrjar fríggjakvøldið kl. 20.00