Norðoya Sparikassi skipar fyri spennandi íløgukvøldi mikudagin 17. september 2008 klokkan 19:00-21:00 í samband við nýggju partabrævakontuna “Skandinavisk Partabrøv 2011”
Ger íløgur uttan kursváða! Ber tað yvirhøvur til?
Nú hevur tú møguleikan at koma til eitt spennandi íløgukvøld og hoyra meira um nýggju kontuna, ið Norðoya Sparikassi júst nú bjóðar fram.
Tiltakið er á høvuðsdeild sparikassans í Klaksvík, og er umframt framløgu av íløgukontuni eisini tónleikur og ábit.
Nýt henda møguleika at seta teg inn í spennandi íløgumøguleikar í partabrøv uttan kursváða við at tilmelda teg nú á telefon 475000 ella á teldupost ns@ns.fo. Avmarkað luttakaratal.
Mint verður á at seinasta freist at seta pening inn á partabrævakontuna er hósdagin 25. september. Les meira á heimasíðu sparikassans www.ns.fo.




