Í hugnaligum umhvørvi á Biskupstøð liggja Bókasavnið, Kunningarstovan og Heimavirkið lið við lið. Ja, frá Kunningarstovuni kannst tú ganga turrskøddur inn til Heimavikið og umvent, har er hurð ímillum.

Á loftinum hevur Kunningarstovan sett sær fyri at gera eina lítla kaffistovu í hølunum, sum Listaskúlin heldur til í. Tey hava innrættað seg við gomlum innbúgvi frá Dugna – hugnaligar gamlar sofur, stólar, borð og lampur.
Eingin matgerð verður á staðnum, men verður alt keyp úr býnum – Bert ein lítil the- ella kaffimunnur verður bryggjaður á staðnum. Her kunnu so viðskiftafólk hjá Kunningarstovuni og onnur seta seg niðurat eina løtu, skriva eitt bræv, ella sláa upp í telduni afturvið einum deiligum drekkamunni.
Kaffistovan, sum letur upp fyrsta dagin, verður í fyrstani bert opin tað tíðarskeið, Kunningarstovan er opin kl. 9 – 17. Henda hugnaliga kaffistovan verður bert í summarhálvini – til Listaskúlin, sum er undir kvøldskúlaskipanini, letur upp aftur eftir heystfrítíðina.
Jú, spennandi verður at fáa ein góðan duss á hesum søguliga staði, har útsýnið eisini er gott.