Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Spennandi lutakast hjá KÍ kl. 12.00: Her er leinkjan

Jákup Ósá

Tað er stórur munur á styrkini hjá møguligu mótstøðuliðunum hjá KÍ í 3. umfari í Europa League.

Kl. 12.00 fær KÍ at vita, hvat mótstøðuliðið hjá KÍ verður í 3. umfari í Europa League, sum verður spælt 24. september. Ella tað merkir, at KÍ fær at vita ein dyst, har KÍ møtir vinnaranum av einum av hesum dystum:

Connah’s Quay Nomads (WAL) – Dinamo Tbilisi (GEO)

Djurgården (SWE) – Europa (GIB)

Linfield (NIR) – Floriana (MLT)

Flora Tallinn (EST) – KR Reykjavík (ISL)

 

Her kunnu vit vænta, at Dinamo Tbilisi og Djurgården í øllum førum vinna sína dystir. Og tey bæði eru eisini tey sterkastu liðini, sum KÍ kann møta. Hinvegin fær KÍ munandi størri møguleika, um KÍ møtir vinnaranum av Linfield-Floriana ella Flora Tallinn-KR, serliga á heimavølli.

 

Lutakastið hevur sostatt sera stóran týdning fyri møguleikarnar hjá KÍ at møguliga spæla seg víðari til ‘’play off’’.

 

Lutakastið byrjar kl. 12.00. Leinkjan til lutakastið er HER