Sunnudagin kl. 15 verður spennandi semifinaludystur millum KÍ og B36 á Djúpumýru
Fyrra semifinalan í steypakappingini endaði við 0-0 javnleiki í Gundadali og tí er lagt upp til ein spennandi dyst sunnudagin í Klaksvík.
Einans mótstøðu frá B36
Higartil í ár er B36 einsasta liði sum hevur givið KÍ mótstøðu. Hetta er sjálvandi ikki serliga heppi fyri kappingina men KÌ kvinnurnar hugsað meiri um europa cup enn heimligu kappingina, sigur venjarin Jón Harald Poulsen.
KÍ og kvinnufótbóltur
Jón Harald hevur 8 ár á baki sum venjari hjá KÍ kvinnunum og hettar er 5. árið á rað at hann er venjari.
– Tað er altíð stutligt at vera venjari hjá einum hópi sum tekur uppgávuna seriøst og tað gera KÍ kvinnurnar.
– At mótstøðan í føroysku landskappingini ikki hevur verið serliga stór, kunnu vit ikki gera so nógv við í Klaksvík. Vit royna bara at hava rammurnar her norðuri í lagi.
– Eg haldi eisini at KÍ ger naka fyri kvinnurnar. Tær fáa somu viðferð sum mennirnir á nógvum økjum. M.a. fáa tey venjingarbúnar frá felagnum umframt sjálvan leikarabúnan. Eisini hava vit tað útgerð sum skal til.
Gleða seg til Europa Cup
Jón Harald sigu at heimliga kappingin liggur ikki fremst í huganum hjá kvinnunum.
– Tað er fyrst og fremst Europa Cup luttøkan sum vit gleða okkum til.
– Hetta er fjóðra árið á rað at vit skulu luttaka í kappingini og hóast vit gleða okkum til kappingina so er fyrireikingin vorin alsamt tyngri.
– Tað er soleiðis at leikararnir sjálvir mugu út at finna pening til luttøkuna og hettar leggur eitt ávíst trýst á leikararnar.
– Umframt at møta til venjing, skulu teir eisini skipa fyri tiltøkum, og nú vit skulu undir hetta fjóðra árið á rað vísir tað seg at verða eitt sindur truplar at fáa fáa stuðul.
Fimta meistaraheitið?
KÍ hevur nú verið meistari 4 ár á rað so ikki kanna annað sigast enn at KÍ kvinnurnar hava verið nakað heilt serligt.
– Stemningurin í hópinum er sera góður og tær møta sera væl upp til venjing og kvinnurnar eru uppsettar at endurvinna meistaraheitið, men sum sagt er størri avbjóðing í europa cup.
Dysturin millum KÍ og B36 verður sum omanfyri nevnt sunnudagin kl. 15. Dysturin skal avgerast.




