Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Spennandi tiltak fyri vinnurekandi í Suðuroynni

Tíðindaskriv

Fríggjadagin 22. mai kl. 10 verður spennandi tiltak fyri vinnurekandi í Suðuroynni, tá Dennis Marzec, stjóri á IFabrikken í Sønderborg fer at hava fyrilestur um “succesrig iværksætteri”.

Dennis Marzec er cand math merc og hevur arbeitt hjá bæði PostDanmark, Falck, LEGO, ECCO og er harumframt ein av stovnarunum til íverksetara-fabrikkina “IFabrikken i Sønderborg” og stovnarin av “Sønderborg Awardprisen”.

Dennis Marzec hevur umvegis IFabrikken drúgvar royndir í at vegleiða fyritøkum og íverksetarum í at hepnast við at skapa nýggj produkt og nýggjar fyritøkur. IFabrikkin hevur eisini drúgvar royndir í at vegleiða, tá fígging skal finnast til at fáa eitt gott hugskot til veruleika.

Fríggjadagin 22. mai kl. 10 fáa vinnurekandi í Suðuroynni møguleika at fáa meiri at vita um hvussu arbeitt verður við íverksetan á IFabrikken í Sønderborg og hvussu hesin arbeiðsháttur eisini kann brúkast í Føroyum. Dennis Marzec fer, sum nevnt at tosa út frá evninium “succesrig iværksætteri”.

Tiltak er ætlað vinnurekandi, men onnur áhugaði, ikki minst íverksetarar, eru vælkomnir til tiltakið, sum verður í Stóra Pakkhúsi í Vági fríggjadagin 22. mai kl. 10.

Meiri kann lesast um IFabrikken í Sønderborg her:http://www.ifabrikken.com/

Tað eru Suðuroyar Sparikassi og Vágs kommuna, sum í felag standa fyri tiltakinum.