Dan R. Petersen ætlar at broyta valskipanina hjá Føroya Fiskimannafelag meðan Óli heldur at tað er gott at "maðurin á dekkinum" avgerð hvør skal leiða felagið
Tað eru næstan 3000 limir í Fiskimannafelagnum og seinast formansval var á skránni nýttu umleið 1600 limir sín atkvøðurætt.
Eingin veljarakanning er gjørd um formansvalið í Føroya Fiskimannafelag men Norðlýsið hevur í løtuni eina kanning á heimasíðuni og tá umleið 800 høvdu atkvøtt var verandi formaður á odda við næstan helvtini av atkvøðunum.
Óli Jacobsen um formansvalið:
– Nú havi verið formaður í 36 ár og tað er sjálvandi eitt sera langt tíðarskeið. Tað mugu vera tey fægstu sum minnast hvussu støðan var í felagnum tá eg tók við sum formaður og tað eru óiva fleiri, sum fara at atkvøða fyri onkrum øðrum bara fyri at fáa ein nýggjan formann.
– Eg havi tó góðar vónir til valið tí eg havi fingið sera góðar aftirmeldingar frá limunum, men tað hava hinir óiva eisini fingið.
– Tað sum eg havi gjørt er at vísa á tey mongu málini, sum vit hava megnað at loyst. Eitt tað stórsta frambrotið var skattalættin, sum sjómenn fingu í 1997 og er hetta uttan samanlíkning størsta hál nakað verkamannafelag hevur gjørt.
Limirnir velja
Óli Jacobsen heldur at skipanin við at geva øllum limum felagsins høvið at velja er ein trygd fyri beinleiðis demokratiið.
– Hendan skipanin bleiv innførd í 1931 og sjálvur haldi eg at hetta ger formannsvalið meira spennandi. Feløg, sum velja formann á aðalfundum, upplivað sera sjálvdan slíkar valdystir, sum okkara felag upplivir í løtuni – og haldi eg at hetta er til frama fyri felagið. Tað kann bara vera positivt at “maðurin á dekkinum” avgerð hvør er formaður í felagnum.
Tað eru 18 ár síðan at valstríð hevur verið um formannssessin í Fiskimannafelagnum.
Dan R. Petersen ætlar at broyta valskipaninna
– Eg kenni meg hava stóra uppbakking millum fiskimenn, men eg haldið ikki at valskipanin leggur upp til eitt demokratiskt val.
Dan R. Petersen, sum sambært heimasíðuni hjá Norðlýsinum í løtuni hevur umleið 23% av atkvøðunum, sigur at talan verður um eitt spennandi val.
– Tað er eingin veljarakanning gjørd yvirhøvir, so í veruleikanum er tað eingin sum er førur fyri at spáa um úrslitið. Eg haldi ikki at ein slík kanning sum tann á heimasíðuni hjá Norðlýsinum kann brúkast, tí flestu limirnir í felagnum eru á havinum og hava tí ikki atgongd til internetið.
Nýggja valskipan
– Verið eg valdur til formann í felagnum fari eg at arbeiða fyri at formansvalið verður avgjørt á aðalfundi felagsins – tí so sleppa tey sum vísa áhugað fyri felagnum at avgerða hvør skal leiða felagið.
– Eisini hevði hetta gjørt aðalfundin í felagnum meira áhugaverdan.
– Felagið hevur umleið 3000 limir men tað møta bert umleið 70 limir til aðalfundirnar og flestu luttakararnir eru uppilagstir sjómenn.
– Eg haldi tíðin er komin at fremja grundleggjandi broytingar í valskipanini tí sum støðan er í løtuni so stýrir verandi formaður valinum.
– Tað er hann sum ger listar yvir veljarar og eg haldi at hetta er nakað sum grannskoðari felagsins átti at gjørt.
– Harafturat sleppa sóknarformennirnir hjá felagnum kring um í landinum at avgera um teir sjálvir skulu deila atkvøðuseðlarnar út ella um teir skulu sendast beinleiðis við posti til limirnar.
– Tað er eingin loyna at Óli eigur nógvar stuðlar millum sóknarstýrisformennirnar og hesir ganga so hús úr húsi við atkvøðuseðlum, samstundis sum teir tosað fyri verandi formanni.
Dan R. Petersen sigur at hann hevur fingið sterkar afturmeldingar frá fólki og tí metir hann seg hava undirtøku fyri valinum.
Tað hevur ikki eydnast okkum enn at fingið viðmerking frá Jan Højgaard – meira seinri!!!




