Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Spenningur um oddasessin

Jákup Ósá

Í dag tippar Regin Sivertsen. Nú er nærum púra javnt millum allar tríggjar tippararnar eftir úrslitini í gjár.

Í dag tippar Regin Sivertsen. Nú er nærum púra javnt millum allar tríggjar tippararnar eftir úrslitini í gjár.

Ragnar Joensen byrjaði illa og lá 3 stig aftanfyri hinar báðar, men seinastu dagarnar er tað hann, sum hevur fingið mest burturúr og liggur nú bara eitt stig aftanfyri hinar báðar.

Í dag grundgevur Regin Sivertsen fyri sínum tippingum.

Belgia – Algeria: 1 (Odds: 1,32)

Belgia er undir nógvum trýstið, og er nógv vænta av teimum til hesa endakappingina. Tippi eitt 1 -tal

Brasil – Meksiko: 1 (Odds: 1,33)

Góða byrjanin hjá Brasil heldur fram, spenningurin er mest um Neymar megnar at halda stiman við málskjótanini

Russland – Suður Korea: x (Odds: 3,6)

Kenni heldur lítið til Suður Korea, Russar hava eitt lið við nógvum sterkum fysiskum leikarum, onkursvegna meti eg at onki mál kemur í hesum dystinum. Eitt x.

Eg tippi í dag:

Lukaku skorar í dystinum (Odds: 1,6)

Neymar skorar í dystinum (Odds: 1,58)


Eg satsi í dag:

Brazil – Mexico (0-2): x (Odds: 4,10)

Russland – Suður Korea (0-1): 2 (Odds: 2,05)

Samlað odds: 8,405

Hinir tippa:

Kristian Joensen:

Belgia-Algeria 1

Brasil-Meksiko 1

Russland-Suður Korea 1

Ragnar Joensen:

Belgia-Algeria 1

Brasil-Mekisko 1

Russland-Suður Korea 1

Støðan:

1-2 Kristian Joensen 8 stig

1-2 Regin Sivertsen 8 stig

3 Ragnar Joensen 7 stig

Vinningur:

Teir tríggir tippararnir kappast innanhýsis um eitt gávukort á 1000 kr. frá Kiosk Vár í Klaksvík. Tað er í Kiosk Vár, at tippast kann hjá Danske Spil, har odds tølini eru tikin.