Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Spenningur um vit fáa stríðsval um forsetasessin í FSF

Jákup Ósá

Høgni í Stórustovu váttar, at hann hevur sent øllum teimum føroysku feløgunum eitt skriv

Høgni í Stórustovu váttar, at hann hevur sent øllum teimum føroysku feløgunum eitt skriv, har hann kunnar tey um, at tey hava møguleikan at fá eitt valstríð og eitt kjak um føroyskan fótbólt.

Fyrr í dag skrivaðu vit um, at Høgni í Stórustovu, fyrrverandi FSF forseti, møguliga fór at stilla upp ímóti verandi forseta Christian Andreasen. Høgni vildi hvørki vátta ella avsanna hesum, men staðfesti, at hann uppá táverandi tíðspunkt ikki var uppstillaður av nøkrum felagi. Freistin at stilla upp er á midnátt og tí spurdu vit okkum fyri nú tað nærkast til freistina, hvussu støðan er. Treytin sambært lógunum fyri at stilla upp er, at eitt felag stillar viðkomandi upp. 

– Eg kann vátta, at eg havi sent feløgunum eitt skriv. Har kunni eg tey um, at tey hava møguleikan at fáa eitt val um forsetasessin ella at ikki hava nakað val og halda fram við núverandi forseta. Tá kunnu tey stilla meg ella onkran annan upp. Fáa vit eitt valstríð, so hava feløgini 10 dagar fram til aðalfundin at kjakast um føroyskan fótbólt og hvørja kós vit skulu fara, sigur Høgni í Stórustovu við Norðlýsið. Hann visti ikki uppá núverandi tíðspunkt, um hann ella nakar annar bleiv uppstillaður móti verandi forseta Christian Andreasen.

Les eisini: Stillar Høgni í Stórustovu upp til forsetavalið?