Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sp/f Glyggur keypir brisling til amerikanska marknaðin

Oliver Joensen

 Frímund Hansen stjóri í felagnum Glyggur, ið eigur bygningin, ið fyrr var Roykivirkið á vestursíðuni á Klaksvík, sigur, at felagið hevur keypt brisling frá “Veðranes” í Hósvík og “Katrin” úr Søldarfirði.

Sum eg skilji, sigur Frímund Hansen, so eru hesir teir einastu, ið royna eftir brislingi í Føroyum. Katrin roynir eitt sindir víða, haldi umframt á Skálafjørðinum og Tangafirði, so hava teir eisini verið á Gøtuvík, Borðoyarvík og á Árnafirði.

Katrin fekk umleið 300 tons í fjør og Veðranes nakað minni. Tað eru eldri menn, sum eru við Veðranesi og eg haldi at teir bert halda til á Tangafirði úr Kollafirði og norður ímóti brúnni.

Tíðin til brislingaveiðu í Føroyum er nú, haldi at eg fekk fyrstu nøgdina um 10. november og teir halda helst áfram til februar mars.

Vit frysta brislingin í blokk og í fjør seldu vit alt til hummaraagn í amerika. Vit rokna eisini við at fara á amerikanska marknaðin við tí vit hava keypt í ár, sigur Frímund Hansen, stjóri á Sp/f Glyggur í Klaksvík.

Harleyfacadeacryl