Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sp/f KÍ verður avtikið

Jákup Ósá

Móðurfelagið KÍ hevur boðað nevndini í Sp/f KÍ frá, at vit ynskja at avtaka Sp/f KÍ og á aðalfundinum um eina viku er ætlanin at manna eina Effonevnd, ið skal taka sær av besta liðinum framyvir, sigur Tummas Lervig.

Sp/f KÍ hevur seinastu árini rikið besta mansliðið hjá KÍ. Men hetta verður søga skjótt, um tað stendur upp til KÍ leiðsluna. Sum skilst er breið semja um, at flyta virksemi yvir aftur í KÍ, har tað tó verður atskilt og koyrt sum ein sjálvstøðugur partur.

– KÍ eigur meirilitan í Sp/f KÍ og vit hava boðað nevndini í Sp/f frá, at vit ynskja, at virksemi fer yvir aftur í KÍ. Mannagongdin er tann, at formaðurin í Sp/f spyr seg fyri hjá partaeigarunum og kannar eftir, um nøkur mótstøða er móti hesum. Á aðalfundinum 11. Februar verða fleiri undirnevndir hjá starvsnevndini. M.a. kvinnunevnd, ungdómsnevnd, húsanevnd, hondbóltsnevnd og fíggjar/loyvisnevnd. Og so verður ein Effonevnd, ið skal hava somu uppgávu sum Sp/f KÍ hevur havt. Hendan nevndin verður vald á aðalfundinum og kemur so at yvirtaka virksemi hjá Sp/f KÍ um tað gongur sum ætlað. Formaðurin í KÍ verður eisini formaður í Effonevndini, sigur Tummas Lervig, ið er formaður í KÍ.

Sostatt bendur alt á, at alt virksemi hjá KÍ framyvir verður í móðurfelagnum.

Harleyfacadeacryl