Stjórin í Sp/f Sílnet váttar, at teir hava keypt bygningin í Klaksvík.
Stjórin í Sp/f Sílnet váttar, at teir hava keypt bygningin í Klaksvík.
Sílnet hevur seinastu árini hildið til í Syðrugøtu. Sílnet er eitt neta og trol virkið, ið fyri tað mesta arbeiðir við útgerð hjá uppisjóvarvinnuni og alivinnuni. Kristian í Lambanum er stjóri í Sílnet.
– Vit hava keypt bygningin, tí okkara umstøður í Syðrugøtu hava verið ov vánaligar. Nú fáa vit nógv betri umstøður, og okkara virksemi heldur mest sum óbroytt fram í Klaksvík í nýggja bygninginum, har sum Landingarmiðstøðin helt til. Men tað er klárt, at Klaksvík er áhugavert fyri okkum, tí tað er ein fiskivinnu býur burturav. Har eru nógv skip og eisini nógv aling, so við tíðini vóna vit at vaksa, tí klaksvíkingar bera orð fyri at vera lokalir og tað vænti eg kemur okkum til góðar, sigur Kristian í Lambanum við nordlysid.fo.
Hann sigur, at teir hava keypt bygningin frá trotabúðini og hava avtalað ikki at kunngera prísin. Men báðir partar vóru nøgdir, leggur hann afturat.




