Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Spor námsfrøði í Mylnuhúsinum

Tíðindaskriv

Í Mylnuhúsinum verður arbeitt við SPOR pedagogikki, ið er ein arbeiðsháttur har dentur verður lagdur á áhugamálini hjá børnunum. Í gjøgnum veturin og várið hevur áhugin hjá børnunum í Innistovu verið lego og rolluspæl, har rollurnar mest hava verið riddarar og prinsessur.

Til rolluspælið manglaði ein borg, og við hugflognum frá lego og umhvørvisvikuni, har tosað  var nógv um endurnýtslu, kom hugskoti at byggja eina borg úr mjólkapakkum. Borgin er nú liðug og verður hon nú nýtt til nógv ymisk virksemi.

Til borgina hava vit brúkt 383 mjólkapakkar.

 

Vinarliga 

Innistova í Mylnuhúsinum