Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sportmaster víðkaðar karmar í Klaksvík

John William Joensen

Ítróttarhandilin hjá Søren Z. Jacobsen og soninum Hans Paula, er vorðin nútínansgjørdur og hevur fingið mundandi víðari karmar.

Tá vit vitjaðu inn á gólvið mikudagin, hittu vit feðgarnar báðar á máli.
Uppá fyrispurning okkara um hví teir hava valt, júst nú at víðka um virksemið hjá Sportmaster, sigur Søren Z Jacobsen, at orsøkirnar eru ymsar.
Tað sum helst hevur ligið fremst í huganum hjá mær, sigur Søren, er at sonurin hevur havt stóran áhuga í virkseminum í handlinum og tá vit hann kemur afturat mær og konuni í virkið, so er neyðugt at økja um tað, handilin kann bjóða viðskiftafólki.
Sjálvur havi eg handla við Sportmastervørum nú í eini 25 ár. Tað hevur ikki altíð verið lætt, tí konseptið, sum stóra Sportmastersamtakið hevur arbeitt eftir hevur hóska sera illa til okkum í mongum førum, men hesi seinnu árini er konseptið umskipað og tað hevur lagað seg soleiðis at nú ber nógv betur til hjá okkum at kunna vera við.
Frá at hava Sportmastervørurnar í kjallaranum í handilsbygninginum hjá okkum, avgjørdu vit tí at byggja ovastu hædd eftir konseptinum hjá Sportmaster og eg má siga at eg eri sera væl nøgdur við úrslitið.
Vit hava fingið rúmlig og ljós hølir og vit hava nú ein Sportmasterhandil, ið er fult á hædd við Sportmasterhandlar aðrastaðni.
Sjálvt um navnið á handlinum ber brá av at tað er ítróttur tað snýr seg um, so er hetta ikki allur sannleikin longur. Í vøruútboðnum hava vit eitt nú nógvar ymiskar klædnavørur, sum onki sum so hava vit ítrótt at gera, eitt nú cowboybuksur, regnklæðir og annað.
Hans Pauli og Søren Z. Jacobsen báðir siga, at hóast teir nú hava nýmótansgjørt ítróttarhandilin, so fara teir framhaldandi at fáast við matvørur og eisini fara teir at menna hendan handilin nú Sportmasterhandilin er liðugur.
Vit ynskja teimum hjá Søren tillukku við nýggja tiltakinum.

Harleywoodpaint