Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Spurningur um at yvirliva

Oliver Joensen

Í drúgva tíð hava fjølmiðlarnir tosað um val í úrtíð, og tingsins viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum fyri 2010 bendir í mangar mátar á, at torført verður hjá samgonguni at halda tíðina út.

 Funnist hevur verið at mongu sparingunum, sum bornar eru á tingborð. Ólavsøkupakkin er kortini neyvan at kenna aftur, nú eitt er tikið burturúr og annað broytt. Umfatandi bygnaðarbroytingarnar, sum framvegis verður arbeitt við í nevndunum, kunnu verða tungt hoyggj at draga hjá ávísum tingfólkum. Hinvegin nevnir andstøðuleiðarin, at teir fegnir hjálpa at loysa knútarnar í fíggjarmálaráðnum.

Serliga harðrend tykist skerjingarframferðin at hava verið mótvegis teimum eldru og veiku í samfelagnum og mótvegis sonevndu tungu økjunum í landinum. Hetta hevur saman við m.ø. sparingum á farleiðunum hjá Strandferðsluni ført til álvarsligar atfinningar ikki bert frá andstøðuni, men eisini frá samgongutingfólki.

Nú varð knappliga steðgur í viðgerðini. Landsstýriskvinnan í mentamálum boðaði frá, at uppskot hennara til Public Service sáttmála er lagt fram á ting og kemur til viðgerðar nú. Í hesum sambandi skilst, at Kringvarpið ikki skal lýsa við handilsligum vørulýsingum í framtíðini, men at í staðin skal tað almenna kompensera við effektivari innkrevjing av kringvarpsgjaldi. Heil- ella hálv almennir stovnar sum TAKS og POSTA skulu hjálpa til við at finna øll húski í landinum, so eingin sleppur undan at gjalda. Teir nógvu svartsíggjararnir, umleið 3.000 í tali, sum landsstýriskvinnan metur vera í landinum, skulu nú fram við pengunum. Um ikki við góðum, verða teir, við loyvi frá landsins stýri, trektir í løn ella eftirløn.

Tað kann vera gott og heppið við almennum kringvarpsrásum. Eitt samhaldsfast gjald kunnu flest øll eisini góðtaka. Men havast skal í huga, at flestu føroyingar hava, sum er, atgongd til ótal av rásum umvegis parabolantennur og internetið, og tað er ein sannroynd, at rúgva av fólki nýtir almenna sjónvarpið til lítið meira enn tíðindasendingina “Dag og viku”, sum send verður 4 ferðir um vikuna. Eitt tvungið, tyngjandi kringvarpsgjald vil í slíkari støðu uttan iva møta mótstøðu millum fólk. Tá landsstýriskvinnan boðar frá, at fólk umvegis kringvarpið afturfyri gjaldið fáa høvi til at síggja DR. 2 ókeypis, man tað vera ein táta, ið neyvan fær nakran at renna á leistum við gjaldinum.

Sæð við okkara eygum er skilagott við forboði móti handilsligum vørulýsingum, tí í hesum tíðum kann tað hjálpa skrivaðu miðlunum at yvirliva, nú flestu fyritøkur í landinum eru í trongstøðu. Men uppskotið viðv. gjaldsháttinum til Kringvarpið kann tykjast í so harðlig og hóttandi framferð mótvegis fjøldini. Minnir í ávísan mun ikki sørt um metodur við sneyti og slatri, sum álagdar vóru almennum stovnum í ávísum eystureuropiskum londum í jarntjaldatíðini.

Tann mangan harði orðadrátturin um fíggjarlógaruppskotið hevur í ávísan mun avdúkað týðuligari skilna millum høgra, vinstra, enn vit eru von við seinastu árini. Líkt er til, at smátt um smátt dregur saman aftur millum flokkar vinstru megin miðjuna í føroyskum politikki. Tvørtur um markið millum verandi samgongu og andstøðu sýnast gamlar politiskar hugsjónir nú aftur í eygsjón.

At onkur flokkur skipar fyri eykaflokstingi um dagarnar við m.ø. tí endamálið at gera greiðar reglur fyri, hvussu stillast skal upp til komandi politiskt val, kann somuleiðis benda á, at á sjálvum hermótinum verður ásannað, at stríðið um fíggjarlógina eisini kann gerast avgerandi fyri, um samgongan fær møguleikan at yvirliva.