Tað var ikki nakar gleðiboðskapur, danski veðurfrøðingurin, Jesper Theilgaard, hevði at bera á Skúlatrøð, seinnapartin í dag. ”Tit fara at fáa djúpari lágtrýst, meira vind og meira regn,” segði hann.
Og tó var ein glotti at hóma í øllum tí dapra: ”Tað ber til at fylgja málsetningunum í veðurlagsavtaluni í Paris. Vit hava teknologiina til tað. Spurningurin er um vit vilja,” segði hann.
Javnvágin broytist
Jesper Theilgaard helt ein áhugaverdan fyrilestur um veðrið, har hann greiddi væl frá, hví veðrið háttar sær sum tað ger.
”Jørðin er okkara pláss at vera í. Vit hava eitt 10 kilometrar tjúkt lofthav, og vit fáa orku frá sólini. Ein part av hesi orkuni brúka vit, og restin verður slept út aftur. Tað er henda javnvágin, ið skapar tann hitan, ið vit hava,” segði hann.
Og hann helt fram: ”Orkan verður býtt ójavnt ímillum ymisku plássini á jørðini, og tað mugu menniskju og djór laga seg til. Men trupulleikin nú er, at broytingin hendir ov skjótt. Vit klára ikki at tillaga okkum líka skjótt sum broytingarnar henda,” segði hann.
Læran um vakstrarhús-ávirkanina er ikki nýggj
Jesper Theilgaard segði, at læran um vakstrarhús-ávirkanina er umleið 150 ára gomul.
”Tað virkar sum ein dýna, ið verður løgd rundanum jørðina. Har sleppur meira hiti inn, enn tað sleppur út aftur,” segði hann.
Hann vísti á, at úrslitið av hesum verður, at meira vatn fordampar og tí verður meira orka í atmosferini.
”Tað merkir aftur at meira orka verður at skapa veður, og tí fáa vit fleiri stormar,” segði hann.
Lágtrýstini broyta kós
Jesper Theilgaard sigur, at lágtrýstini ið koma framvið hjá okkum, fara at broyta kós, tá sjógvurin verður heitari.
”Helst fara tey at flyta seg norðureftir, og tað merkir, at Føroyar koma at liggja á suðursíðuni á lágtrýstunum, og tað gevur verri veður í Føroyum,” segði hann. Men har eru eisini nógvar óvissur.
Tað sum kann sigast við vissu er, at havið við Føroyar verður heitari, lágtrýstini verða djúpari og vit fáa meira regn og vind. Tað sum vit harumframt kunnu rokna við, tó at tað er meira óvist er, at Golfstreymurin fer at broytast, innihaldið av salti í sjónum fer at broytast, lágtrýstini fara at broyta kós og vit fáa meira toku.
Rættiliga nógv fólk vóru komin saman á Skúlatrøð, har veðurlagsráðstevnan varð hidlin í dag.




