Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

”Spyr ikki hvat land títt kann gera fyri teg, spyr hvat tú kanst gera fyri land títt”

Oliver Joensen

Hesi orðini, sum ein kendur statsmaður segði á sinni, haldi eg hava verið drívmegin hjá mær í arbeiði mínum við Dals Vøruhúsi.

Hesi orðini, sum ein kendur statsmaður segði á sinni, haldi eg hava verið drívmegin hjá mær í arbeiði mínum við Dals Vøruhúsi.

Vit stukku inn á gólvið í tí, sum føroyingar hava nevnt sum 5. Krónu handilin, ella Dals Vøruhús í Klaksvík.

Stjórin sjálvur, Margreth Dalsenni, tók sjálv ímóti, og hóast handilin ikki var opin hendan dagin, so møtti hon trúliga, eftir at vit høvdu spurt hana frammanundan um eina samrøðu.

Margreth Dalsenni greiður frá: Aftaná at eg hevði verið heima hjá børnunum ímeðan tey vóru smá, fór eg at finna mær arbeiði, og eg byrjaði við vaskiarbeiði á Tekniska Skúla í Klaksvík. Eisini havi eg verið dagrøktari, og í eini fimm ár, frá 95 til 2000 arbeiddi eg hjá Klaksvíkar Kommunu sum dagrøktari. Eg gekk arbeiðisleys í umleið tvey ár og fór so at arbeiða í heimarøktini frá 2007 til 2011.

Eg haldi at tað var í byrjanini av 2010, at so nógv bleiv tosað um, at tað vóru nógvir einligir forsyrgjarar í Føroyum, sum høvdu ilt við at fáa endarnar at røkka saman peningaliga.

Í fleiri ár hevði eg sjálv latið klæði, sum míni børn og vit í húsinum vóru vaksin frá, til tey, ið fara uttanlands við klæðum. Eg fór at hugsa um at gera nakað her, tí eg helt at kanska kundi onkur í Føroyum fáa gagn av slíkum.

Sum hugsað so gjørt. Um facebook profilin hjá mær, gjørdi eg ikki vandari enn at eg bjóðaði inn til ein kaffimunn heima hjá mær sjálvum. Eg bjóðaði øllum, sum høvdu hug og vildu hava brúkt klæði, sum vóru í sera góðum standi. Eisini segði eg, at um tey vildu lata klæði, sum tey sjálvi høvdu brúkt, men sum tey høvdu lagt frá sær, so vóru tey vælkomin.

Jú, ta vísti seg at eg var á rættari leið, tí tey vóru mong sum møttu.

Eg tók onki fyri klæðini. Hetta helt áfram og ”forrætningin” bara vaks. Dungin av klæðum heima hjá mær sjálvari vaks, og alt fleiri og fleiri fólk møttu upp og eg gjørdi nogvar kaffimunnar hesi kvøldini. Hetta koyrdi fínt, eg koyrdi síðuleypandi á facebook, hevði nógvar vinir har og nógv fólk addaðu meg hesa tíðina.

Hetta helt áfram frámai mánaða til august, ella stutt áðrenn summarfestivalin, tá Hallur Joensen skipaði fyri síni vælutóktu og kendu ”Stilladskonsert” í Nólsoyar Pálls Gøtu.

Tá fekk eg eitt hugskot um, at biðja mostir mína, sum hevði tóm handilslokalir í kjallaranum a sethúsum sínum í Nólsoyar Pálls Gøtu, um at lána mær hølini til hetta høvi.

Jú, tað var ikki meira enn hálvtalað orð. So vit undir at sleipa vørurnar av Skáltavegi har eg búgvi og heim í hølini við Nólsoyar Pálls Gøtu.

Tá vit lótu upp hendan dagin, stormaði á hurðina. Eg var heilt ovfarin og gleð, tí eg kendi, at eg hevði gjørt nakað gott fyri samfelagið og meðborgarar minar.

Eg helt, at mostir skuldi hava fyri ljós og varma afturfyri at hon lánti mær hølini, so tá seldi eg pløggini fyri 5 kr. Stykki.

Tá so menn fóru at rigga til til Summarfestivalin, spurdi eg aftur mostir um at sleppa inn í lokalini, og tað var gaman í. Stutt eftir var so Sjómannadagur, og eg hleiv verandi har líka til 1 desember í 2012. Tá hevði eg so nógva vøru at garagan heima var eisini fulll, so eg mátti finna mær rúmari ræsur og tí flutti eg yvir her við Klaksvíksvegin, og sjálvt her er um at gerast ov fult av alskyns vørum. Eg plagi at siga, at eg havi alt uttan møblar og matvørur, sigur Margreth Dalsenni við einum fjálgum látri.

Ídag havi eg sum sagt nógv betur umstøður. Eg havi nú sett prísirnir á vørunum til at vera úr 5 kr fyri plaggið upp í 40 krónur. Av tí eri eg blivin millióningur skemtar Margreth flennandi. Nei, Oliver, eg skal siga tær, at í byrjanini tá eg flutti yvir her, kláraði sølan ikki útreiðslurnar, og Kristian maður mín mátti út við eitt sindur av pengum at hjálpa til. Men síðani eg havi sett hesar prísirnar hevur gingið betur at svara, hvørjum sítt, men tó – ongin løn er til mín, og tað leggi eg ikki petti í, tí eg eri glað hvønn morgun tá eg vakni og veit at eg havi gjørt eina góða gerð dagin fyri og tað er tað, sum heldur mær gangandi.

Eg haldi at tað vóru orðini hjá Kenndy forseta ”Spyr ikki hvat land títt kann gera fyri teg, spyr hvat tú kanst gera fyri land títt”, sum fingu meg at fara undir hetta stuttliga projektið, og eg skal siga tær, at eg stórtrívist her.

Maður mín, Kristian Dalsenni, ja, hann hevur verið ótrúligur. Hann siglir, er burtur fýra vikur og heima fýra vikur, og tað er ikki tað ting, hann ikki hjálpir mær við. Ja, skal eg siga sum er, so haldi eg at hann er uppaftur ivrigari enn eg í hesum, sum vit bæði halda er eitt vælgerandi arbeiði serstakliga fyri barnafamiljur. Smábørn vaksa skjótt úr klæðunum, so barnaklæðir, sum eru her í handlinum eru als ikki slitin, tey koma bara frá børnum, ið eru vaksin frá.

Børnini hjá okkum eru vaksin nú, tey eru 34, 23 og 20 ár og vit eiga fýra ommu og abbabørn og harafturat hava vit ikki stórar peningaligar bindingar, so eg hugni mær í hesum arbeiðinum, sum hevur stóran týdning fyri meg.

Sjálvandi, alt sum kemur inn verður ikki selt, nakað senda vit víðari til Absalon Matras og Anskar Hansen, ið hava verið í Rumenien, Helgi Laksafoss hevur eisini verið onkran túrin. Tað sum ikki er søluvøra klippir mamma sundur til klútar. Smiðjurnar í býnum spyrja nógv eftir klútum.

Eg nevndi at eg havi alt, uttan mat og møblar, men møblar og hús, tað fær ein á heimasíðuni dals.fo tí tað heimasíðuna eigi eg eisini. Eisini tað projektið er at kalla non-profit. Onkur lýsing er á síðuni og eg haldi at eg havi fingið nøkur oyru einar tvær ferðir í ár, tað er alt, men eg biðið ikki um meira. Knassar gjørdi heimasíðuna á sinni, og tað eri eg sera glað fyri.

Nógvir menn ganga inn til mín at keypa sær skógvar og kundarnir hjá Dals koma úr øllum løgum í samfelagnum, eg haldi at eg kann siga, at kundar sum ganga her, eri tilvitað um viðrinum í at brúka klæði og brúksting so leingið góðskan er í lagi, sigur 54 ára gamla Margreth Dalsenni at enda í práti okkara.