Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Spyr um cannabis til føroyskar sjúklingar

Helgi Abrahamsen

Jenis av Rana, løgtingsmaður, fer á tingfundinum í morgin at seta Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, ein fyrispurning um nýtslu av cannabis.

Jenis av Rana, løgtingsmaður, fer á tingfundinum í morgin at seta Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, ein fyrispurning um nýtslu av cannabis.

Cannabis er eitt evni, sum kann hjálpa ávísum sjúklingum, sum stríðast við pínu og onnur sjúkueyðkenni, sum vanligur heilivágur illa megnar at hjálpa. Men samtíðis er cannabis eisini eitt narkotiskt evni, og tí er tað ólógligt at brúka.

Í november í fjør samtykti danska fólkatingið, at danskir sjúklingar frá 2018, í eini royndarskipan í 4 ár, fara at fáa møguleika at verða viðgjørdir við natúrligum cannabisúrdráttum. Talan er ikki um generella nýtslu, men um nýtslu til ávísar sjúklingar við ávísum nærri nágreinaðum sjúkueyðkennum. Nevndir verða sclerosusjúklingar og krabbameinssjúklingar.

Jenis av Rana vil hava at vita, um ætlanin er at gera tað sama í Føroyum.

”Landsstýriskvinnan verður biðin um at upplýsa løgtinginum, um føroyski heilsumyndugleikin hevur ætlanir um at bjóða føroyskum sjúklingum somu royndarskipan við cannabisúrdráttum, sum danska fólkatingið hevur samtykt at bjóða donskum sjúklingum,” stendur í fyrispurninginum.

Umframt pínunívdar sjúklingar fáa eisini krabbameinssjúk í kemo ella stráluviðgerð, ið mangan stríðast við etingartrupulleikar vegna vaml og spýggju, nyttu av cannabis.


Harleywoodpaint