Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Spyr um dialysuviðgerð á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

John William Joensen

Fólk, sum hava brúk fyri dialysuviðgerð eru sera illa fyri. Allir dialysusjúklingar eru noyddir at fara til Havnar á Landssjúkrahúsið tríggjar ferðir um vikuna fyri at fáa dialysuviðgerð, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur í fyrispurningi til Karsten Hansen

Fólk, sum hava brúk fyri dialysuviðgerð eru sera illa fyri. Allir dialysusjúklingar eru noyddir at fara til Havnar á Landssjúkrahúsið tríggjar ferðir um vikuna fyri at fáa dialysuviðgerð, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur í fyrispurningi til Karsten Hansen

Skrivligur fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstýrismann í heilsumálum

Viðvíkjandi dialysusjúklingum

1. Hvussu nógvir dialysusjúklingar eru í Føroyum, og hvar í landinum eru teir?

2. Er hetta talið hækkandi, og hvussu er læknaliga metingin um, hvussu gongdin fer at verða í framtíðini?

3. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at seta á stovn dialysuviðgerð á Klaksvíkar Sjúkrahúsi soleiðis, at dialysusjúklingar í Norðoyggjum og Eysturoy kunnu fáa viðgerð í nærumhvørvinum?

4. Hvørji átøk skulu til fyri at seta á stovn dialysuviðgerð á Klaksvíkar Sjúkrahúsi so sum teknisk útgerð, umframt fakfólk, sum kunnu taka sær av tí.?

Viðmerkingar:

Í Norðoyggjum eru í løtuni 6 sjúklingar, sum hava tørv á dialysuviðgerð.

Fólk, sum hava brúk fyri dialysuviðgerð eru sera illa fyri. Allir dialysusjúklingar eru noyddir at fara til Havnar á Landssjúkrahúsið tríggjar ferðir um vikuna fyri at fáa dialysuviðgerð.

Um vit taka støði út frá sjúklingum í Norðoyggjum, tekur tað umleið 8 tímar, frá tí tey fara heimanífrá, til tey eru heima aftur. Hetta ger tað ómøguligt hjá teimum at hava eitt arbeiði- ella ein virðiligan gerandisdag.

Soleiðis, sum skipanin er í dag, gongur hon út yvir lívsgóðskuna hjá hesum fólkum. Ístaðin fyri, at sjúklingarnir tríggjar ferðir um vikuna skulu flytast til viðgerðina, hevði verið munandi lættari hjá teimum, um viðgerðin bleiv flutt til nærumhvørvið soleiðis, at tey so vítt møguligt kundu fingið ein vanligan gerandisdag.

Tað er sera tvørligt hjá fólki at vera í dialysuviðgerð. Tey eru bundin fyri langa tíð, kanska fyri lívstíð, og tað er eitt stórt inntriv í lívið hjá sjúklinginum. Tað er nærum ógjørligt at fáa ein gerandisdag at hanga saman. Um dialysan harafturímóti er í nærumhvørvinum, betrar hetta um møguleikan fyri øktari lívsgóðsku, hetta serliga tí at sjúklingurin er móður aftaná viðgerðina og illa megnar langa túrin.

Um viðgerðin verður flutt til nærumhvørvið, verður tað eisini lættari hjá fólki uttanlands, sum koma til Føroyar at ferðast, og sum hava brúk fyri dialysu, at fáa hetta avgreitt í nærum­hvørvinum.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Harleyfacadeacryl