Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

SSP –samstarvið farið av bakkastokki

Oliver Joensen

Á einum evnisdegi á Hotel Føroyum 5. november 2009 varð kunnað um virksemið hjá SSP, og landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø helt setanarrøðuna.

SSP er eitt samstarv millum skúlaverk, sosialar myndugleikar og politi – stovnar, ið hava serliga ábyrgd fyri trivnaði og uppvøkstri hjá børnum og ungum.

Tey, sum hava høvuðsábyrgd av og fíggja SSP-samstarvið, eru Mentamálaráðið, Almannamálaráðið, Heilsumálaráðið, Føroya Landfúti, Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag.

SSP-arbeiðið hevur til endamáls at taka stig til fyribyrgjandi tiltøk og ítøkiligar atgerðir millum børn og ung og at hjálpa teimum, ið hava framt kriminalitet ella sum eru í vandabólki. Umráðandi er, at allir partar, ið varða av børnum og ungum, samstarva og finna felags atgerðir og leggja áherðslu á at læra børn og ung at velja mennandi lívshátt og vanar.

Fyri best at røkka endamálinum er SSP-samstarvið formliga skipað í trimum stigum: eitt leiðslustig, eitt samskipanarstig og eitt útinnandi stig. Leiðslustigið og samskipanarstigið eru mannað við umboðum fyri avvarðandi myndugleikar úr skúlaverkinum, almannaverkinum og frá løgregluni.

SSP-ráðgevi er settur í starv, sum hevur sum høvuðsuppgávu at samskipa SSP-arbeiðið, vera sambindingarlið millum leiðslu, samskipan og útinnan og at menna hugskot til fyribyrgjandi arbeiði, m.a. :

• at vera sambindingarlið og kveikjari millum leiðslubólk, samskipanarbólk og økisbólkar

• at ráðgeva og vegleiða bæði skúlum og stovnum um fyribyrgingararbeiði

• at skipa fyri undirvísing og upplýsing fyri børnum, ungum, foreldrum og øðrum í sambandi við fyribyrgjandi átøk

• at standa á odda fyri fakligari menning í sambandi við útgreiningar, átøk og nýhugsan um fyribyrging

• at savna hagtøl og skjalfesta vitan

Landið er býtt í 8 SSP-økisbólkar. Í økisbólkunum eru lærarar, barnaverndartænastur, heilsufrøðingar, løgreglufólk, starvsfólk í ungdómshúsum og NSR-tænastum/ Sernámsdeplinum.

Í setanarrøðuni segði landsstýriskvinnan m.a.:

“So er løtan komin, at SSP-samstarvið kring landið kann fara av bakkastokki, føroyskum børnum og ungum til frama. Tí eru vit savnað her í dag at fegnast og greiða frá skipanini. Fyrireikingararbeiðið hevur verið í gongd síðan SSP-ráðstevnuna 15. juni 2007.

Fleiri og fleiri børn og ung enda í tí bólkinum, sum vit kalla ótilpassað. Ofta er talan um neyðarróp – eina bøn um hjálp. So rangvørt sum tað kann ljóða. Men tað er avgerðandi, at vit hava skipanir, sum hoyra neyðarrópini. Sum duga at tulka tey mangan øvugu tekin, og sum duga at lofta og fjálga um eina tilgongd – skipanir, sum hava skyldu til at taka neyðug felags stig, ikki til at revsa – men til at hjálpa.

Hetta krevur eina ítøkiliga og væl umhugsaða virkisætlan hjá almennu myndugleikunum. Vit mugu viðurkenna og laga okkara samfelag eftir, at tað kanska eru nøkur børn, sum ikki tola ein so strævnan arbeiðsdag, sum verður álagdur teimum. Hetta seinasta er ein størri málsetningur, sum SSP-samstarvið neyvan einsamalt megnar at røkka. Men harfyri eiga vit at geva okkum stundir at viðgera henda spurning – og at tora at seta hann.

Vit skulu prógva okkara virði sum vælferðarsamfelag við at taka ábyrgd av at venda hesi gongd. Tað er ikki ábyrgdin hjá tí einstaka barninum ella foreldrunum, og Mentamálaráðið hevur játtað størru skúlunum ávíst tímatal til SSP-arbeiðið, tí ofta er tað skúlin, sum fyrst varnast, tá ið børn og ung mistrívast ella broyta atferð.

Eg fari at ynskja tykkum góða eydnu við SSP-samstarvinum og samstundis heita á okkum øll um saman at taka lógvatak um SSP-skipanina, so hon verður børnum og ungdómi okkara at frama.”