Brot úr størri frásøgn um oyggjabólkin St Kilda, sum liggur vestur úr Skotlandi, og har eingin hevur verið fastbúgvandi síðani fólkini vórðu “tvangsflutt” summarið 1930.
Eftir nógvar áheitanir um at fáa søguna um St. Kilda sum var prenta í pørtum í Norðlýsinum 2015, hava vit gjørt av at koyra ein part annan hvønn dag á heimasíðu okkara.
Ger so væl.
—
Men oyggjabúgvarnir fóru sjáldan av teirra havumgirdu oyggj og vistu lítið um, hvussu umstøðurnar vóru aðra staðir. Bert onkur hissini vitjandi gav teimum innlit í umstøðurnar í verðini uttanfyri. Tey vóru ikki bert óvitandi um veðrið í øðrum pørtum av kongaríkinum, men gjøgnum alla søguna vóru tey lukkuliga óvitandi um, hvussu fólkið hevði tað har. Tað var bert fáar ferðir, at tjóðin hinumegin blandaði tey uppí.
Tað var skjótt, at St. Kilda varð kend sum verandi mest avbyrgdi bletturin í bretska kongaríkinum. Tí varð fleiri ferðir borið upp á mál, at eigarin, MacLeod of MacLeod, skuldi latið oyggjarnar sum fongsul. Tíðliga í átjandu øld varð Rachel Erskine Grange hildin fangi á Hirta.
Lady Grange, sum hon varð nevnd, var eitt illført kvendi, sum púrasta var ímóti samfelags hugsjónunum hjá manninum, James Erskine of Grange, rættarforseta, og bróður Jallin av Mar, leiðarin av uppreistrinum hjá Jacobittunum í 1715. Eitt kvøldið í 1731, tá viðhaldsfólkini hjá Jacobittunum møttust heima í stovuni hjá Lord Grange í Edinburgh, lá Rachel undir sofuni og lurtaði eftir teirra samansvørjingum. At enda orkaði hon ikki longur at hoyra meira og kom undan sofuni og hótti við at melda mannin og vinirnar.
Aðalsmenninir vórðu samdir um, at teir máttu sleppa sær av við hana. MacLeod of Dunvegan og MacDonald of Sleat átóku sær í loynd at fáa hana burtur á okkurt oyðið stað á teirra oyggjum, og ta náttina varð hon í loynd flutt úr býnum við kós móti oynni Skye. Tíðindini um, at hon var deyð, fóru um Edinburgh, og eitt eiti av eini jarðarferð var hildið í Greyfriars Church. Hennara ættarfólk vóru við til jarðarferðina, grótu og royndu at góðtaka, at hon ikki var til longur.
MacDonald hevði ábyrgdina av Lady Grange í tvey ár, har hon var á oynni Heisker, uttan fyri North Uist. So tók MacLeod of Dunvegan yvir og flutti hana út á St. Kilda. Har var hon veruligur fangi í átta ár, frá 1734-1742. Av oynni verður fortalt, at hon brúkti alla tíðina at gráta og balla brøv inn í tundur, sum hon flotaði á sjógv og vónaði, at onkur vinarlig alda vildi tveita tey á land, har onkur kristin sál búði, sum kundu bera boðini til vinirnar í Edinburgh. St. Kilda-fólkið var sera hjálpsamt og vinarligt og bjóðaðu henni eini hús. Hon svav um dagin og fór upp um náttina, alla tíðina hon var á oynni, tí so illa dámdi henni oyggjabúgvarnar. Men teir harafturímóti bóru einki agg og fóru við henni sum við eini drotning. Hon fekk altíð besta torvið í oynni, og hóast lítið var til matna, so var hon ongantíð við sviðið soð.
Tá tað varð mett, at vandin var linkaður, so varð hon førd aftur til Uist, so til Assynt og haðani til Skye, har hon varð lærd at spinna. Hon arbeiddi saman við kvinnunum á oynni, sum sendu tógvið til Inverness, og einaferð eydnaðist tað henni at goyma eitt bræv í tógvinum, sum fór á marknaðin.
Mánaðir seinni kom brævið fram til systkinabarn hennara, Lord Advocate. Hann gjørdist forfardur av hennara uppskakandi frásøgn og fekk stýrið at senda eitt herskip at leita runt strondina av Skye eftir henni. Men fólkið frá bretska herflotanum fann eingi tekin til hennara, men MacDonald hevði fingið sent hana til Vaternish hálvoynna, har hon doyði í 1745.
Til dagin í dag er hon einasta kvinna í Skotlandi, sum hevur verið jarðað tríggjar ferðir. Teir samansvornu vóru enn bangnir fyri, at teirra ónda gerð fór at koma fram í ljósið, so teir fyltu eina kistu við torvi og fingu í lag eina nýggja jarðarferð í lítla kirkjugarðinum við Duirinish, meðan líkið í loynd var jarðað við Trumpan, oman fyri Ardmore Bay á oynni Skye. Lady Grange var á Hirta longur enn nakað annað “avbygdafólk” áður ella aftaná, burtursæð frá onkrum presti, sendur av Free Church of Scotland.
Eftir ósigurin við Culloden varð hildið, at Charles Stuart og fleiri av framstandandi uppreistrarmonnunum vóru flýddir til St. Kilda. Tann 10. juni 1746 søgdu njósnarar hjá generalinum Campell og Manore frá hesum tíðindunum, sum gingu, og ein stór herdeild varð send til St. Kilda.
Seinnapartin tann 19. juni vórðu soldátar og herbúnir menn rógvnir í land á Hirta. Oyggjabúgvarnir høvdu sæð skipini nærkast fleiri tímar undan og vóru tí farnir til fjals at goyma seg. Av tí at tey livdu í støðugum ótta at verða álopin av sjórænarum, so høvdu tey grivið sær skjól í skriðunum vestan fyri Village Bay. Goymistøðini vóru ikki sjónlig úr bygdini, so har kendu tey kenna seg trygg. Eftir at teir høvdu leitað í bygdini, hittu soldátarnir nakrar mans. Men teir av St. Kilda skiltu ikki, hvat teir tosaðu um. Teir kendu einki til Bonnie Prince Charlie enn minni til sjálvan King George.
Fólkið á oynni var púra óvitandi um sigrar og ósigrar í egna ríki sínum undir Fyrra Verðaldarbardaga. Í 1799 høvdu tey ikki hoyrt um tann strálandi sigurin, sum generalurin Howe vann yvir George Washington, og í 1815 kendu tey einki til Napoleon og hansara hundrað dagar og ósigur við Waterloo. Tá George Atkinson frá Newcastle-upon-Tyne í 1831 vitjaði, var fyrsti spurningurin. ”Er nakað kríggj í løtuni?” Hetta var ofta fyrsti spurningurin, sum vitjandi fingu; ikki tí at tey ánaðu nakað um, hvat kríggj var. Teir vóru ongantíð bidnir í kríggj og mistu heldur ongan av teirra av krígsávum. Í eini lýsing av “ríkinum” hjá MacLeod of Macleod frá 1577 til 1595 viðvíkjandi monnum, førir fyri at fara í kríggja, verður sagt um St. Kilda, at har búgva bert fátøk fólk, og tey liva so burtur av leið, at haðani kemur eingin. Sama verður sagt í seinni lýsing. St. Kilda er eitt av fáu støðunum í bretska ríkinum, sum ikki hevur eitt krígsminnismerki. “Trygg í sínum egnu hvirlum og vaggað í sínum egnu stormum, so merkir hon ikki stormarnar, sum skaka grundvøllin í Europa” skrivaði dr. Maculloch um St. Kilda í 1819, “og meðan teir góðtaka yvirvaldið hjá MacLeod of Macleod og George kongi, so eru tey nøgd uttan at spyrja um George er tann fyrsti ella fjórði í røðini av nøvnum.”
Í 1836, tá oyggjarnar høvdu verið avskornar frá meginlandinum í tvey ár, varnaðist presturin, tá eitt skip kom framvið og kastaði akker í buktini, at hann og kirkjuliðið høvdu biðið fyri Williami kongi mánaðir eftir, at hann var deyður. Presturin broytti tí bønina til “hansara hátign”. Tað var ikki fyrr enn í 1838, tá Queen Mary hevði sitið næstan eitt ár á trónuni, at hann heldur illa við frætti, at nú sat ein kvinna á trónuni.
Tað vóru fá á meginlandinum, sum vildu átaka sær nakra ábyrgd av einum samfelag, sum lá so fjarskotið og avsíðis. Tá James IV av Skotlandi setti eina lóg í gildi, at í framtíðini skuldu oyggjarnar vera undir hansara harradømi, so setti hann St. Kilda eftir, tí tær lógu so fjarskotnar, at hann ikki kundi tryggja teimum verju. Seinni var tað púra ókent, at tað fanst eitt samfelag á St. Kilda, og komu tær tí ikki við í lógina um fátækrahjálp. Tað var ikki fyrr enn 1851, at fyrsta almenna fólkateljingin fór fram á St. Kilda – 50 ár eftir at teljing var farin fram á meginlandinum. Á St. Kilda guldu tey ongantíð landsskatt, tí myndugleikarnir tímdu ikki at senda teimum útfyllingarbløð, og tey guldu heldur ikki kommunuskatt. Tey luttóku ikki í nøkrum vali, hvørki í lokal- ella parlamentsvali. Eingin politikari royndi nakrantíð at vinna sær atkvøður haðani, hóast onkur í parlamentinum brúkti St. Kilda sum dømi, tá teir vildu siga frá, hvussu illa fátækrafólkið í Skotlandi varð viðfarið av stýrinum. Tað var ongantíð neyðugt at senda boð eftir løgregluni. Har var einki lógarbrot framt í søguligari tíð. ”Um henda oyggj ,” skrivaði Macculloch, “ikki er Utopia, sum so leingi hevur verið leitað eftir, hvar skal tað so finnast? Hvar finnur tú eitt land, sum hvørki hevur vápn, pengar, lógir, medisin, politikk ella skatt? Tað er St. Kilda …. Hvørki Times ella Courier órógva teirra tankar …. eingi skattakrøv hótta á kirkjuhurðini, eingin veiðilóg hóttir súluna ….. Well, mátti tann forvandi oyggjabúgvin á tí glaðu Hirta nokta fyri at broyta sína atferð.”
Nøkur fá av stýrunum vístu av og á áhuga fyri fólkinum á St. Kilda. Eftirlitið við føðingum, deyða og giftarmáli kannaði onkuntíð bøkurnar, og “rekamaðurin” úr Stornoway á oynni Lewis kravdi helvtina av rekaviðinum og øðrum rekum, sum róku land á St. Kilda; men mundu teir nakrantíð halda tað vera neyðugt at siga honum frá? Frágreiðingar um heilsuligu og fíggjarligu støðuna hjá fólkinum vórðu sendar til Skotska heilsu- og innlendismálaráðið í Edinburgh, serliga seinnu árini, og ein løgreglumaður varð sendur frá Harris at kanna viðurskiftini.
Tey sluppu eisini at uppliva almennar og hátíðarligar yvirlýsingar. Tann 2. apríl 1901 skrivar Westminster Gazette: Skip Hansara Háting Bellona fór í gjár úr Greenock til St. Kilda. Skiparin fer at lenda við einum bólki av marinarum og soldátum og hátíðarliga boða frá, at Queen Victoria er deyð, og samstundis boða frá, at Edward kongur er hennara eftirfylgjari á trónuni. Undir bretska flagginum fer herurin at heilsa við byrsunum, og orkestrið fer at spæla “God Save the King.” Bretsku kongarnir hava vitjað hvønn krók í heiminum; men tað var ikki fyrr enn í august 1971, at drotning Elizabeth II sum fyrsti monarkur setti fótin á land á vestasta blettinum í ríki sínum.
Avbyrging avmarkar kunnleikan. Í 1697 vórðu oyggjabúgvarnir bilsnir at síggja skrift á blað, sum Martin Martin vísti teimum, og gjørdust púra ovfarin, at fólk kundu siga frá og samskifta á tílíkan hátt.
Tá ein maður frá St. Kilda tíðliga í átjandu øld varð tikin við til Galasgow, dámdi honum einki vakurleikablettirnar, sum mótadámurnar gingu við og helt teir vera sár. Hann gjørdist bilsin og bangin, at tað kundu finnast so nógv fólk í einum býi, og tá hann fekk stór breyð løgd framman fyri sær, so visti hann ikki, um hetta vóru steinar ella træ, og at hetta var gjørt úr mjøli og vatni, sum tey søgdu honum frá. Ein annar oyggjabúgvi varð nakað um somu tíð vístur runt í Mungo Katedralinum í Glasgow. Hann helt at hesar súlur og bogar vóru vakrastu helli hann nakrantíð hevði sæð. Hann var púra ovfarin av, hvussu stórur býur Glasgow var, og hann undraðist á, at fólk kundu verða flutt úr einum stað í býnum í annað í vognum, drignir av hestum.
Á Hirta kendu fólk heldur ikki til nógv vanlig fyribrigdi, sum til dømis djór og plantur. Tey høvdu onga hugmynd av, hvussu ein grísur, ein býfluga, ein kanin ella rotta sá út. Tey høvdu ongantíð sæð eitt súrepli fyrr enn í 1875, tá John Sands tók trý við sær. Heldur ikki høvdu tey nakrantíð sæð eitt træ, tí har vaksa ikki trø á St. Kilda. Tað var ikki fyrr enn nøkur fá av teimum vágaðu sær at fara inn á meginlandið undan burturflytingina – onkur at ferðast, annar at finna sær arbeiði – at tey fyrstu ferð sóu teir fleiri hundrað lutir, sum eru partur av dagligdegnum á meginlandinum. Í øldir høvdu tey á St. Kilda mált tíðina eftir sólini, sum hon førkaði seg av einum fjalli á ein klett ella stein og eftir flóð og fjøru. Líka til 1909 varð gamli kalendarin brúktur á Hirta. Í mun til skotar aðrastaðni so hildu teir á St. Kilda nýggjár 12. januar.
Óttin fyri tí óskiljandi og ókenda gjørdi, at tey kendu seg tætt knýtt at teirra oyggjabólki. “Enntá í 1875.” sigur John Sands, “mettu tey alt hinumegin teirra lítla klettarbústað vera myrkur, ivi og ótti – óskiljandi fyri okkum.” Støddin av teirra umhvørvi og lítla talið av fólki gjørdi, at tey livdu tætt knýtt hvør at øðrum í samfelagnum. St. Kilda-búgvin kendi seg óloysandi bundnan at St. Kilda. Tey vóru øll bæði til likams og sálar bundin at teirra einsemis klettum í Atlantshavinum. Hóast tað hevði verið møguligt, so vóru tað fáir av íbúgvunum, sum ynsktu at fara av oynni. Ewen Gillies var ein av teimum fáu, sum vágaði sær út í heimin hinumegin Hirta.




