Brot úr størri frásøgn um oyggjabólkin St Kilda, sum liggur vestur úr Skotlandi, og har eingin hevur verið fastbúgvandi síðani fólkini vórðu “tvangsflutt” summarið 1930.
Eftir nógvar áheitanir um at fáa søguna um St. Kilda sum var prenta í pørtum í Norðlýsinum 2015, hava vit gjørt av at koyra ein part annan hvønn dag á heimasíðu okkara.
Ger so væl.
—
Ewan Gillies
Ewen var føddur í 1825 og var øll síni barnaár á oynni, og tá tíðin kom at seta búgv, giftist hann við dóttrini hjá einum úr eldraráðnum. 26 ára gamal gjørdi hann av at flyta og royna eydnuna í Avstralia. Hann seldi sína croft, innbúgv og tað, sum ikki kundi takast við, fyri 17£, og gjørdi av at fara til Avstralia við síni ungu brúður. Har fekk hann arbeiði at gera múrsteinar.
Tá hálvt ár var gingið, segði hann upp og fór at ferðast. Í tvey ár royndi hann seg sum gullgravari í Virginia. Hann hevði eydnuna við sær og keypti sær ein garð (farm), og tvey ár seinni fór hann til New Zealands at grava eftir gulli. Kona og børn vóru eftir í Melburne. Minni enn tvey ár eftir var hann aftur í Avstralia; men nú var kona hansara, sum helt, at hon hevði sæð hann fyri seinastu ferð, gift við einum øðrum. Vónbrotin, men ikki mótfallin fekk hann sær pjøkan á nakkan og fór til Norður Amerika.
Eins og mangur uttan oyra í lummanum fór hann inn í herin. Eftir at hava fingið nøkur oyru, rýmdi hann úr hertænastuni, tí hann hevði frætt, at teir høvdu funnið gull í California. Í seks ár arbeiddi hann við at grava gull og hevði stóra eydnu við sær. Við sínum ríkidømi gjørdi hann av at fara til Avstralia at krevja aftur børnini. Í móti sínum vilja gekk konan at enda við til at lata børnini frá sær, og Ewan, sum ikki vildi vera longur í Avstralia, pakkaði saman og fór við síni ogn við skipi í 1871 um London og Glasgow til St. Kilda. Her varð hann boðin vælkomin at vera av øllum, men fyri ein mann, sum hevði verið runt í heiminum, hevði St. Kilda lítið at bjóða, so bert fýra vikur eftir var hann við børnunum á veg til Amerika.
Ellivu ár seinni, nú familjan hevði funnið sær verandi bústað í nýggju verðini, kendi Ewan aftur sterka trá eftir at fara til St. Kilda. Enn einaferð stevndi hann móti síni føðioyggj. Men hesa ferð høvdu teir á St. Kilda fingið nóg mikið av honum, so eftir stuttan steðg kendi hann seg ikki vælkomnan á oynni og fór til Melbourne. Men hann hevði tó verið nóg leingi at gerast ásttikin í eini lokalari gentu. Men nýggja brúðurin orkaði ikki veðurlagið í Avstralia og fekk heimlongsil. So átta mánaðir seinni var parið aftur á St. Kilda.
Men á St. Kilda høvdu teir einki álit á manninum longur, so teir fingu hann at fara av aftur oynni. Ewan slapp sær í fyrsta bátin av oynni summarið 1889 og flutti til Canada, har hann livdi restina av lívinum.
Vanliga gloymdu vitjandi ikki, hvussu gestablíð fólkini á St. Kilda vóru. Ein fyrrverandi skúlalærari skrivaði, “at fólkini vóru óvanliga vinarlig móti mær, heilt øðrvísi enn tá eg møtti teimum við lendingina. Men tú mást búgva saman við teimum eina tíð fyri rættiliga at kenna tey”.
Ofta máttu tey vera vertur fyri óeydnusomum fólkum, sum vóru strandað har á oynni. 17. januar 1876 strandaði 880 tons stóra eysturríkska skipið Peti Dubrovacki. Tríggir av teim skipbrotnu saman við kapteyninum gistu hjá prestinum, meðan teir vóru á oynni. Hinir seks vóru hjá oyggjabúgvunum, og hvørt heim tók ein ella tveir teirra nakrar dagar upp á skift, og vístu tey seg at taka sær ógvuliga væl av hesum neyðstøddu. “Eg sá sjálvur ein mann taka eitt nýtt kot úr skápinum, har tað hevði ligið, og geva unga manninum tað at ganga í, meðan hann var her. Hann sat og skalv í oljuklæðunum.” Teir á St. Kilda høvdu ikki bert hoyrt líknilsi um miskunnsama samariubúgvan, men teir fylgdu tí til fulnar. Fólk, sum liva undir tílíkum umstøðum og sakni, duga at hava samkenslu við teimum, sum koma undir somu umstøður. Men at fáa nýggju munnar afturat at metta høvdu tey illa møguleika fyri. Hetta var mitt um veturin, og báturin var ikki væntandi aftur fyrr enn einaferð móti vári. John Sands skilti, at neyðugt var onkursvegna at koma í samband við meginlandið, annars fóru bæði fólkið á St. Kilda eins og hesir óbodnu gestirnir at doyggja í hungri.
Sands fekk eitt hugskot, tá hann sá, at tey nýttu “rørstrá” í vevunum. Teir søgdu, at hesi vóru komin rekandi og funnin niðri við strondina, so hann metti, at tað var við golfstreyminum, tey vóru rikin til Hirta. Hann helt tí, at sami streymur kundi nýtast at senda eitt bræv frá St. Kilda og inn á meginlandið. Í januar 1877 fór hann undir at gera eitt far, sum kundi bera boðini inn á meginlandið og boða frá støðuni og um teir skipbrotnu eysturríkararnar.
“Tann 29. januar gjørdust skiparin og manningin av Peti Dubrovacki áhugaðir í hesum holabátinum, sum eg hevði telgt úr einum rekatræ,” skrivaði Sands. “Eg hevði skrivað eitt bræv og lagt tað niður í lastina í eini fløsku. Manningin, sum var glað fyri at sleppa upp í at gera okkurt, hjálpti mær at rigga til og hanga jarn upp undir, so “báturin” fleyt beint og eisini við at tetta dekkið. Vit bíðaðu við at seta holabátin á flot, til hann kom av útnyrðingi vestri, sum vit vónaðu vildi føra hann til Uist ella onkustaðni á leið, har postur var. Vit settu eitt lítið segl á, og eg brendi við eini gløðandi jarnstong niður í dekkið, “Opnið hetta!”
Skiparin kom við einum bjargingarbelti, sum var komið úr strandaða skipinum, og segði, at hann ætlaði at senda tað við. Eg skeyt upp, at vit hongdu eina fløsku við einum boðum til eysturríkska konsulin, og at vit settu mastur og lítið segl á. So varð gjørt, og bjargingarbeltið tveitt í havið og fór spakuliga undan vindinum. Eingin okkara hevði nakra vón um, at hetta runda far fór at gera nakra nyttu. Tað var sent tann 30. januar, og so løgið tað ljóðar, so varð tað funnið á Birsay í Orkneyoyggjunum tann 8. februar, og varð sent til Lloyds í Stromness. So tað tók bert níggju dagar at dríva henda langa vegin.
Tann 5. februar sendu vit holabátin, og útnyrðingur vestan helt sær nakrar dagar. Hann kom til Poolewe í Ross-shire, har hann varð funnin liggjandi á einum sandrivi tann 27. februar. John Mackenzie fann hann og sendi brævið víðari.
Tað var fyrsti postbáturin, sum kom okkum til hjálpar. Tann 22. februar kom HMS Jackal til St. Kilda og tók teir níggju menninar og John Sands inn á meginlandið. Tá vóru oyggjabúgvarnir givnir at eta havragreyt og breyð. Soleiðis helt tað fram í enn tríggjar mánaðir, til sluppin hjá faktorinum kom við korni, sukur, te, salti og øðrum viðføri til teirra. Hesin provianturin varð goldin við 100£ av Eysturríki sum tøkk fyri vælvild og gestablídni móti teirra skipbrotnu.
Fólkið á St. Kilda var bilsið av einum so primitivum máta at boðsenda, sum hesin postbáturin hjá John Sands. Hetta var tí hildið at vera ein møguleiki at fáa samband við meginlandið. Fyrrverandi “postbátarnir” vóru einfaldari: bert eitt rekatræ, sum varð holað so frægt, at har kundi vera eitt bræv og eitt sindur av pengum fyri frímerki, og so lokað við biki ella harpiks. Seinni plagdu teir at hanga eina blásta seyðabløðru uppí og saman við einum toyklodda til flagg, so tað skuldi síggjast betur á sjónum.
Umleið 1900 gjørdist kakao væl umtókt á Hirta. Í staðin fyri rekavið, so varð eitt átta punds blikk av Van Houton kakao hildið at vera virðiligari at føra postin. Postbátarnir við einum penny til frímerki vóru vanliga settir á sjógvin frá klettunum við Oiseval, og sum ættin var, so endaðu teir viðhvørt heilt upp í Noreg. Teir vórðu nýttir av oyggjabúgvunum sum seinasta bjargingin, tá illa stóð til, men kanska av og á sum undirhald fyri ferðafólk.
Men tá saman um kemur, so var “St. Kilda postbáturin” ein romantiskur leikur, givin fólkinum á St. Kilda av meginlandinum. Oyggjabúgvarnir nýttu aldargomlu framferðina at gera varan við seg, um teir vóru í trongstøðu. Teir glaðaðu av hægstu tindunum, og kundi tað í klárum veðri síggjast í havsbrúnni av fólki á Lewis ella Harris.
Fyri størsta partin av søgu St. Kilda, so var sambandið við meginlandið meira tilvildarligt enn neyðugt. Samfelagið var sjálvhjálpið og bert bundið av, at umboð fyri eigaran eina ella tvær ferðir árliga kom eftir avgjaldinum og kom við týdningarmiklari neyðsynjarvøru, so sum salt og sáðkorn.
Hvørji enn mistøkini vóru, so livdu tey á St Kilda eina lítið øvundaverda tilveru. At skaffa føði var tað, sum teir stúrdu fyri ár út og ár inn. Teir vóru noyddir at fáa tað frægasta burtur úr tí, sum oyggjarnar góvu og stríðast fyri at yvirliva. Harafturat livdu teir í óttanum fyri, at møguleikin at fáa sær føði til vega hvørja løtu kundi gleppa teimum av hondum vegna veður og sjúku. Púra avbyrgdir frá restini av umheiminum so var tað bert lordurin av Dunvegan, sum kundi bjarga teimum frá at doyggja hungursdeyðan.




