Brot úr størri frásøgn um oyggjabólkin St Kilda, sum liggur vestur úr Skotlandi, og har eingin hevur verið fastbúgvandi síðani fólkini vórðu “tvangsflutt” summarið 1930.
Eftir nógvar áheitanir um at fáa søguna um St. Kilda sum var prenta í pørtum í Norðlýsinum 2015, hava vit gjørt av at koyra ein part annan hvønn dag á heimasíðu okkara.
Ger so væl.
—
Áðrenn fólkið 27. august 1930 flutti, var St. Kilda fjarasta bygda økið í bretska kongsvaldinum. Soleiðis hevði støðan verið í meira enn túsund ár. Feudala samfelagsskipanin var verandi í Skotlandi mong ár eftir, at henda skipanin var avtikin aðrastaðni í Bretlandi. Keltarnir, sum búðu í norðastu og mest fjarskotnu pørtunum av bretska oyggjaríkinum, hugsaðu lítið um tað, sum Anglo-Saksarnir, sum stýrdu bretska ríkinum, høvdust at. Tí fingu keltarnir loyvi til at liva soleiðis, sum teir altíð høvdu livað. Mesti parturin av Norðurskotlandi varð illa hagreiddur eftir 1745, tá Jákupsmenninir gjørdu uppreistur, men fjarskotnu støðini í Skotlandi og í vesturoyggjunum hildu fram at liva sum áður.
Fedraveldisskipanin var grundarlagið undir samfelagsskipanini í geliska økinum. Góðseigarin, sum átti lendið, ráddi eisini yvir teimum menniskjum, sum livdu á lendinum. So leingi góðseigarin fór fram sum ein góður og vísur faðir, og “kroftararnir” (leigulendingarnir), sum búðu á hansara landøki, vóru líðin børn, virkaði feudalisman eins væl og vanliga nýttu samfelagsskipaninar. Hóast teir atfinningarsomu sunnanfyri mettu feudalismuna hjá keltunum at vera primitiva, so hevði hon virkað væl í fleiri hundrað ár. Dr. Fraser skrivar í West Highland Survey, at keltiska samfelagssskipanin er “dømi um eina mentan, væl lagað til eitt umráði, sum setir strangar avmarkingar fyri tilveruna”.
Fólkið á fjarskotnu oynni Hirta var alla tilveruna limur í hesi skipan. Til fólkið flutti í 1930, var tað so, at eigarin av oyggjunum, MacLeod of MacLeod, ikki bert átti St Kilda, men ráddi yvir tess íbúgvum. Hann var faðir teirra eins og teirra ognarmaður, og soleiðis møtti hann heima sum úti størstu virðing og álit. “Lordurin er teirra gudur og teirra alt, um hann er ein maður, sum stendur við sítt orð og er virðiligur,” skrivaði Lord Murray of Broughton í eini frágreiðing um The Highland, sum hann í 1746 skrivaði til stýrið í London. Skyldan hjá lordinum var at verja sína klan (ættarfólk), taka góðar og óvildar avgerðir í sambandi við trupulleikar, sum kundu standast millum fólkið, og fram um alt halda ognina í sovorðnum standi, at fólkið kundi liva og trívast á henni. Afturfyri skuldu kroftararnir veita honum tænastur og stríðast fyri hvørji søk, góðseigarin helt vera neyðuga, og geva honum alt tað, sum hann kravdi av framleiðsluni frá kroftini.
Hóast geliska orðið “clannk” merkir “børn”, so var skipanini ikki bundin av at fólkini, sum arbeiddu á ognini, vóru av somu ætt ella høvdu sama navnið, sum eigarmaðurin. Á St. Kilda var eingin, sum var í ætt við MacLeod of MacLeod. Tær fáu familjurnar, sum høvdu eftirnavnið MacLeod vóru sum hinar familjurnar – tey vóru eftirkomarar av fátæka partinum av ætt høvdingans – og høvdu verið eggjað til at átaka sær kroftirnar á St. Kilda. Ættarband var ikki so avgerandi í samband við klanskipanina í víðari merking. Tað, sum bant saman, var ósvikaligur loyalitetur mótvegis eigarrmanninum, hvørs land tey høvdu í varðveitslu, og ein sínamillum semja millum hann og fólk hansara.
Mac Leod of Macleod, høvdingur fyri klanina MacLeod, átti St. Kilda størsta partin av tíðini, sum fólk búðu har. Hví ella hvussu leingi er ikki møguligt at svara. Tað sigst, at bæði Harris og Uist skulu hava átt St. Kilda. Ja, sjálvt í gamlari tíð var hesin oyggjabólkur mettur at vera ein gimsteinur í Atlantshavinum, sum ein og hvør lordur var errin av at eiga.
Ein kappróður varð hildin at avgera ognarviðurskiftini. Tveir bátar vórðu mannaðir við eins nógvum monnum at rógva út til oyggjarnar. Tað var avgjørt, áðrenn teir løgdu frá landi, at tann, sum fyrst legði hondina á oynna Hirta, skuldi krevja ognarrættin til hennara fyri høvding sín. Bátarnir lógu stavn um stavn, og tá teir komu inn ímóti, vóru menninir frá Uist skutin fremri. Colla MacLeod, stavnamaðurin á bátinum frá Harris, setti øksina á høgru hond og tveitti hana í land í eini seinastu roynd at vinna oynna fyri harra sín. Tað var ikki til fánýtis, at hann misti hondina, tí St Kilda varð vunnin fyri MacLeod of MacLeod. Hetta dirvi, sum summi vilja kalla tað, gjørdi, at tann blóðiga hondin er fyri eftirtíðina sett at síggjast í vápaskjøldrinum hjá klaninum MacLeod.
MacLeod of Macleod var ein oyggjadrottur við einum oyggjaríki. Tí var hann kanska ikki so blandaður upp í stríðið á fastlandinum millum klanirnar Campell og McDonald. Men nógvir MacLeod-menn vóru við í kenda stríðnum við Cullodon, tætt sunnan fyri Inverness; hetta gjørdu teir ímóti vilja harra sínum, sum ikki helt so nógv um the Jacobites, ella Jákupsmenninar, sum stríddust fyri Bonnie Prince Charles.
Eftir Culloden var tað ætlanin hjá Hannoveranarunum (enska kongsættin) at beina fyri keltiska liviháttinum. “Í Skotlandi meira enn nakra aðrastaðni” skrivaði Grant, “var í reinu feudalskipanina komin ein flógvari hiti í sambandið millum gomlu ættarbondini ella familjuna”, og stýrið í London ætlaði at fáa ein enda á hesi vandamiklu klanskipanini og feudalismuni. Lógin um avtøku av vápnum varð endurnýggjað og týdningarmiklar greinar settar afturat. At ganga í “Highland dress” og nýta tartan varð bannað. Hetta forboð helt í 35 ár og gjørdi óbótaligan skaða á mentanina. Í 1747 varð lógin um avtøku av arvaligum yvirrætti viðtikin, og hon tók burtur lógliga ræðið hjá góðseigarunum. Eftir Culloden fullu nógv góðs í Hálandinum í órøkt. Sigursharrarnir hevndu seg ikki inn á Laird of Dunvegan. Hann hevði hildið seg uttan fyri stríðið, og so lá hansara góðs so fjart og sundurpettað. MacLeod of MacLeod slapp at eiga sítt góðs og patriaskalska reglan frá Dunvegan slapp at halda fram væl inn í nítjandu øld
Fíggjarliga skipanin, sum góðseigarin nýtti yvir fyri sínum fólki, var býtishandil. Hvørt ár kom umboðsmaður fyri eigaran út til St. Kilda at krevja úrtøkuna, sum fall í húsbóndans part. Ofta var “skattakrevjarin”, sum tey nevndu hann, í familju við góðseigaran. Hann hevði eina langleiguskipan frá eigaranum fyri eina upphædd, ella fekk part av tí, sum oyggin gav, sum løn fyri at gera hesa serligu tænastu.
Tá Martin Martin vitjaði St. Kilda í 1697 var hann saman við umboðsmanninum hjá MacLeod of MacLeod. Meðan teir vóru har saman við “skattmeistaranum” og hansara fylgi, sum ofta kundi telja upp í 40 ella 50, var tað oyggjarfólkið, sum helt tey við kost og býli. Hann plagdi at fara eina ferð um árið á sumri og steðga einar tvær ella tríggjar vikur. Gamla geliska gestablídni yvir fyri góðseigaranum og fólkunum, sum hoyrdu til hansara húsarhald, kallaðist “cuddiche”, og varð hildið í hevd á St. Kilda leingi eftir, at hetta varð horvið aðrastaðni. “Cuddiche” líktist teim rættindum, sum miðaldar Tudor monarkarnir í Onglandi høvdu krav uppá, tá teir ferðaðust í landinum.
Tá støðgurin á St. Kilda var av, tók umboðsmaðurin ella skattkrevjarin aftur við sær til Skye: lýsi og fjarðar av sjófugli og tað ofta lítla, sum eftir var av grøðini. Hetta varð antin selt leigulendingum á góðsinum ella sent suðureftir á onkran marknað. Partur av ágóðanum av søluni var nýttur sum gjald fyri leigu av St. Kilda, annar partur var vinningur. Men hann mátti halda sína avtalu við oyggjabúgvararnar. Ein partur av framleiðsluni av oynni varð nýttur at keypa og at útvega sovorðið sum salt og sáðkorn. Týdningarmikið ískoyti, sum oyggin ikki kundi útvega, varð vanliga flutt út á St. Kilda summarið eftir, ella seinni sama árið, um fólkið var í uppisetri fyri vøruna.
Henda skipan helt á í øldir uttan trupulleikar. Tað, sum kom av oynni Hirta, var eftirspurt á “mainland”, so oyggin var inntøka fyri bæði skattkrevjara og eigara. Sambært Lord Brougham 1799, so rindaði skattkrevjarin MacLeod of Macleod 20£ um árið og roknaði við at fáa tað dupulta í sín part. Men býtishandilin var til fyrimuns fyri fólkið á Hirta. Eingin kundi krevja, at oyggjabúgvarnir fingu veruligan marknaðarprís fyri teirra vøru, men samstundis var ikki neyðugt hjá teimum at hava ampa av at finna fram til, hvar tey kundu sleppa av við vøruna ella ikki. (Samanber skipanina við monopolhandlin í Føroyum). Hóast vánalig ár, so var tað ongantíð so, at tey ikki fingu tað, sum størsti tørvur var á. Komu tey at skylda eitt ár, so kundi tað bøtast aftur eitt annað.
Ein oyggjabúgvi, nevndur “ground officer”, varð tilnevndur av eigaranum at vera talsmaður fyri íbúgvararnar, um ósemjur skuldu komið fyri við uppsitaran, “the steward”. Var ósemjan stór, var tað skyldan hjá talsmanninum at møta hjá sjálvum MacLeod of MacLeod og bera fram fyri hann, hvør ósemjan var. “Hann er sera eyðmjúkur hesin oyggjabúgvin,” skrivar Martin Martin, “og tekur húgvuna av, longu langt áðrenn hann nærkast MacLeod, og hann bendir høvur og hond næstan til jarðar, meðan fylgisveinar hansara (bátsmenninir, sum hava rógvið hann av St. Kilda) gera eins og hann aftanfyri.” Síðani sat MacLeod og lurtaði stillisliga eftir klagunum og gjørdi sína niðurstøðu. Men tað komu sera fáar klagur gjøgnum tíðirnar um viðurskiftini á St. Kilda.
Tað var sjáldan, at góðseigarin ikki megnaði at finna loysnir og útinna tað, sum mett var at vera hansara moralska skylda móti sínum fólki. Seinasta fjórðingin av átjandu øld fekk MacLeod of MacLeod eina tíð ongar pengar burtur úr sínari ogn. “Hetta góðsið” skrivar Knox í Tour Through the Highlands of Scotland and the Hebride Isles, sum varð útgivið 1787, “er nógv minkað seinastu árini vegna skuld, og nógv má verða útsett. Men hóast hesar umstøður, so hevur góðseigarin ikki kravt avdrøg, sett nakran leigulending frá kroftini ella farið harðliga við nøkrum manni, men hevur á allan hátt víst seg sum ein liberalan og menniskjuligan vin av mannaættini. Í 1780 læt góðseigarin byggja nýggjan bát til St. Kilda, og hóast stórt avgjald var á salti hesa tíðina og næstan ikki at fáa hendur á nógva staðni í Hálandinum, so fingu tey á St. Kilda ríkiliga sín part”.
Men viðurskiftini á “mainland” broyttist nógv, og MacLeod of MacLeod kendi ógvusliga sviðan av hesi broyting og varð noyddur at selja stóran part av ognini. Skattakrevjarar fyri lordin fóru í søguna, og tað, sum eftir var av góðsinum hjá høvdinginum fyri klanina MacLeod, varð síðani stýrt av faktorinum av Dunvegan. St. Kilda var tó verandi og varðveitti sítt serliga pláss í søguni hjá MacLeod familjuni og varð ikki seld.
Seinasti faktorin var John Mackenzie of Dunvegan; hann var ein dámligur maður og helt nógv av St. Kilda og fólkinum har. Eina ferð um árið var ta skyldan hjá Mackenzie at fara út á Hirta eftir avgjaldi til eigaran. Hann var sera avhildin av oyggjabúgvunum, tá hann kom, altíð klæddur í longum tweedfrakka og sjáldan uttan veiðumanshatt. Mesta av tíðini plagdi hann at sita og práta við fólkini og hoyra um teirra trupulleikar og royna sum frægast at loysa hesar, meðan hann var á staðnum. Var tað ikki gjørligt, so vildi hann royna, tá hann var afturkomin til Dunvegan. Fyri íbúgvararnar á St. Kilda, var hann boðberin; hann var teirra samband við umheimin.
Eitt av arbeiðinum á vitjanini var at ansa eftir lossingini av teim vørum, sum hann hevði við sær um borð á Robert Hadden. Hetta arbeiði tóku kvinnurnar sær vanliga av, meðan menninir hugdu at og ansaðu eftir. Eitt tað virðismiklasta, hann hevði við sær, var ein tunna av petroleum, sum var ein gáva til oyggjarfólkið.
Framferðin, tá árliga gjaldið skuldi latast, var tann sama hvørt ár. Íbúgvararnir plagdu at møtast niðri við goymsluhúsið niðri við strondina, og tá faktorin hevði sýnað vøruna, so byrjaði býtishandilin. Báðir royndu at fáa ein so sámiligan prís, sum gjørligt – tíverri gjørdist hann so við og við minni og minni góður fyri oyggjarfólkið. Í 20. øld gjørdist avgjaldið næstan bert symbolskt. Seinastu trettan árini áttu íbúgvararnir ikki so mikið, at teir kundu gjalda fyri leiguna av teirra kroft. Í Mackenziesa tíð var tweed tað einasta, sum hevði virði á oynni, kanska nøkur fá skippund av saltaðari longu og eitt lamb ella tvey. Endin av hesum “hátiðarhaldinum” við avgjaldi, tey seinnu árini, var, at Mackenzie bjóðaði bomm í staðin fyri sum fyrr, tá tað plagdi at enda við Highland Whiskey. Íbúgvararnir hildu ongantíð roknskap við, hvat teir lótu faktorinum: álitið var í hásæti.
Men tá peningur rættiliga kom í brúk í Hálandinum, so høvdu teir størri ávirkan og vóru verri enn tann hevnisótt, sum kom eftir tapið við Cullodon, og oyddi peningur meira av tí siðbundna geliska samfelagnum. “Crofting”, sum var tann vanligigasti livihátturin í Hálandinum, loysti seg als ikki fíggjarliga. Ídnaðarkollveltingin við pengum fyri arbeiði dró eina rúgvu av fólki úr landinum. Nú bar ikki til at gjalda við vinsælu, og býtishandil var ikki relevantur longur. Pengar vóru neyðugir at keypa mat og annað tilfar og fyri at halda uppi lívinum á oynni og at gjalda fyri flutning av vøru; hetta var viðvirkandi til at geva gomlu samfelagsskipanini mønustingin. Fólkið á St. Kilda varð noytt til at góðtaka broytingina eins og aðrir keltar, ella at fara í gloymskuna og týnast.
Í øldir høvdu fólk á Hirta skipað teirra livihátt, so sum hann best hóskaði teirra einsemis støðu. “Tey liva sum í einum lýðveldi,” skrivaði George Arkinson í 1831, “tí hóast tey eru undir bretsku trónuni, so hava tey ongan almennan persón millum sín; og eftirsum tey bert fáa vitjan tvær ferðir um árið í nakrar fáa dagar av skattkrevjara, sum tey nevna sum eitt slag av dómara ella semingsmann í trætumálum, so er teirra vitan um lógir og skipanir sera lítil og eisini av sera lítlum týdningi fyri teirra framferð og fíggjarviðurskifti.”




