Brot úr størri frásøgn um oyggjabólkin St Kilda, sum liggur vestur úr Skotlandi, og har eingin hevur verið fastbúgvandi síðani fólkini vórðu “tvangsflutt” summarið 1930.
Eftir nógvar áheitanir um at fáa søguna um St. Kilda sum var prenta í pørtum í Norðlýsinum 2015, hava vit gjørt av at koyra ein part annan hvønn dag á heimasíðu okkara.
Ger so væl.
—
Í gamlar dagar vórðu sjáldan egg rænd av Stac Lee, men heldur av Boreray og Stac an Armin. Menn hildu, at um teir lótu eggini í frið á Stac Lee, so vildu grásúlurnar har vera longur komnar um heystið. Soleiðis fingu teir eitt dupult heyst av súlum. Skuldi tað hent, at veðrið ikki var til vildar til Stac Lee, so kundu teir altíð fara til Boreray. Árið, teir fluttu, vóru teir bara á Stac Lee eftir eggum. Tá vóru teir so fáir mans, at teir hildu tað ikki vera ráðiligt at fara aðrastaðni.
Teir tóku egg frá 14 ymsum fuglum, sum áttu á oyggjunum. Nøkur, tey frá súlu og lomviga, vóru til matna, onnur vórðu blást og seld til ferðafólk ella til savnarar á meginlandinum. Staraegg, tjaldursegg, spurvaegg, kráku- og ravnaegg, æðuegg vóru eftirspurd, men størsta prísin fingu tey fyri eggini av St. Kilda músabróður – eitt slag av músabróður, sum var heldur størri enn tann á meginlandinum og sum bert fanst á Hirta.
Eftir at øll eggini vóru komin til høldar, so vórðu tey løgd út á bøin og býtt millum húsarhaldini. Flestu áttu eitt blásirør úr glasi, sum var komið úr Skotlandi, sum var brúkt til at blása hvítan og blommu úr eggum.
Lundin, sum var feska høvuðsføðin um summarið, kom í mars og var á Soay og Dun til august. Lundin ger reiður í svørðinum. Bøgan verpur eitt egg inni við endan á holuni, sum er einar fýra føtur djúp, og sum bæði bøga og steggi hava grivið. Nýliga varð mett, at tað átti umleið ein millión lundar á St. Kilda; men seinastu tvey árini er talið farið niður í helvt, og eingin tykist vita orsøkina. Tað verður hildið, at oljudálkingin á opnum havi hevur týnt tann partin, sum ikki vendi aftur.
Oyggjabúgvarnir vandu hundarnar at reka lundan úr holunum. Tá teir so komu út, vórðu teir snildisliga lokkaðir í eina fellu. Teir løgdu eitt reip við eini fjøruti lykkjum ella buktum á, gjørdar úr hestahári, á ein klett ella lendi, har lundin plagdi at seta seg.
Klossutur, sum lundin er á landi, so fløktu nógvir beinini í hesar buktir. Tá nakrir fáir lundar vóru fastir, so komu av forvitni aðrir og fløktust í hesar buktir. Á henda hátt kundi maður á Dun fáa rættiliga fitt ein dag.
Lundarnir vórðu royttir og skornir eftir miðjuni og alt tikið úr teimum. Síðani hongdir á snór uttanfyri at turka, so vóru teir grýtuklárir. Umframt at eta teir sjálvir, so góvu oyggjabúgvarnir eisini hundum og kríatúrum lunda. Fyrstu helvt av nítjandu øld vórðu fangaðir 20-25.000 lundar árliga. Í 1876 vórðu fleiri lundar fangaðir enn nakar annar fuglur – eini 90.000 lundar. Seinnu árini, tá færri fólk búðu á St. Kilda, tóku teir árliga einar 10.000 lundar.
Tað var eina tíð, at konur og gentur fóru yvir á Boreray at taka lunda, meðan menninir vóru eftir og røktaðu seyðin. Áðrenn teir byrjaðu at brúka snaru, so varð ein serskildur háttur nýttur. Teir fangaðu ein lunda og royttu allar fjaðrarnar av honum uttan uttast á veingjunum og velinum. Teir sleptu honum so, og teir siga, at so komu beinanvegin lundar rundan um hann, og nú var bara at taka og kippa.
Onkuntíð vórðu teir ræddu fuglarnir drignir úr holunum av hundum. “Meðan hundurin skavaði í einari holu,” skrivaði Sands, sum var við, tá tey drógu lunda um heystið 1877, “so stóðu tær (konurnar) við holuna undir liðini og hildu vakt og roknaðu við, at lundarnir fóru at koma út haðani. Onkrar av gentunum koyrdu allan armin inn í holuna og drógu lundan út og snaraðu høvdið við einum fastleika, sum bara venjing gevur.”
Teir tóku eisini lomviga um várið og summarið. Hon var sjálvandi til matna, men fjøðurin varð útflutt seinni á árinum. Flestu lomvigarnir áttu í Stac Biorac. Stakkurin hevði eyknevnið “Tummil stakkurin”, tí hesin er so brattur, at einasta staðið, tú fekst hondina í, var ein kneysi, sum ikki var meira ein tummil til støddar.
Bert frá september til november var eingin havhestur at síggja á Hirta. “Fyrrapartin á árinum ótu tey gamlan havhest, men tað, sum tey gleddu seg til, vóru teir túsundtals havhestaungarnir, sum vóru at fáa um miðjan august.
Ein havhestur er á stødd við ein vanligan másafugl, og bøgan verpur eitt egg seinnapartin í mai. Ungin kemur út einar seks sjey vikur seinni, og sjey vikur seinni er hann so væl fyri, at hann fer úr reiðrinum. Teir á St. Kilda fylgdu væl við dagliga frá byrjanini av august, so teir kundu byrja at taka ungarnar, áðrenn teir vórðu floygdir.
At taka havhestaungar var tað tyngsta, men eisini tað mest spennandi arbeiðið á árinum á St. Kilda. “Teir taka fuglin fyri mat, lýsi og fjøður,” skrivar Norman Heathcroft í 1900, “og at fara eftir havhestaungum er teirra einasti ítróttur. Hetta er tað, sum ger, at teir elska sína heimaoyggj. Høvdu teir ikki kunnað kappast hvør móti øðrum á heimligu klettunum, so høvdu teir verið minni villigir at leitað sær avbjóðingar í heiminum uttanfyri.”
Nógv mátti fyrireikast í vikunum fyri havhestatíðina. Konurnar høvdu fingið neytini aftur í bygdina frá Glen Mor, har tey høvdu gingið á biti alt summarið. Og tær máttu ansa eftir, at nóg mikið av korni var malið, so tey høvdu til greyt og breyð. Menninir fingu lakatunnurnar út og gjørdu tær klárar til at salta í. Saltið kom vanliga í juni mánað frá faktorinum, og tað kom úr goymslunum inni á meginlandinum og varð býtt millum húsarhaldini. Magin á gomlu súlunum, sum vóru fangaðir fyrr á árinum, plagdu tey at blása upp og turka. Teir vórðu brúktir til at koyra tað virðismikla lýsi í frá havhestaungunum.
Tosið á morgunfundunum var um havhest. Menninir plagdu at tosa um og gera av, hvar teir skuldu byrja at taka. Vanliga byrjaðu teir, tá teir mettu at ungarnir vóru hóskandi feitir, og áðrenn teir fóru úr reiðrinum, tí so var einki at gera. Eisini var mett um veðrið, tí sumstaðni var meira vandamikið í vátligum veðri enn aðrastaðni.
Týdningarmikið var eisini at kanna línurnar. Línur vórðu tiknar av loftinum úr hvørjum húsi og kannaðar av monnunum, meðan øll hugdu at, um rot skuldi vera komið í, meðan hon hevði ligið. Línan var hildin at vera trygg, um hon helt, tá fýra mans løgdu sína vekt í og togaðu á alt tað, teir vóru mentir.
Tann 12. august fóru teir undir at taka havhestaungar. Øll á oynni fóru niðan á tindin. Menn høvdu línu kveylaða tvørtur um bringu og herðar, og kvinnurnar bóru tómu súlumagarnar. Børnini vóru við foreldrunum og lærdu at hjálpa kvinnunum at bera dagsins fong til høldar. Nógvar kvinnur vóru førar fyri at bera upp til 200 pund á rygginum hvønn túrin.
Fyrr í tíðini, serliga tá teir fóru einsamallir, var ein jarnstong sligin niður í klettin, so annar endin av línuni kundi festast har, meðan fyglingarmaðurin fór niður í bergið. Í nítjandu øld hildu teir uppat við tí. Í staðin plagdu teir at binda línuna um bringuna nóg niðarlaga, so teir fingu væl rørt seg. Hinir plagdu at halda í hin endan, meðan hann fór niður. Menninir arbeiddu berføttir, so teir høvdu betri fótafesti. Tá maðurin var komin niður á rókina, so plagdi hann at rópa, “Leigast” (gevið út) og menninir uppiá góvu út av línuni. Nú kundi maðurin fara undir at taka.
Á rókunum á Conachair vóru havhestareiðrini so tøtt, at bjargamaðurin mátti taka og kippa so hvørt, sum hann tók seg fram eftir rókina. Hvør havhestaungi kundi viga eini tvey til trý pund. Fyglingarmaðurin hevði eitt belti um miðjuna, og tá hann hevði kipt, stakk hann høvdið upp ímillum beltið. Tá hann hevði tikið einar tjúgu fuglar, so plagdi hann at binda fuglarnar í eitt knýti, sum varð togað upp av viðsitingarmonnunum, áðrenn hann fór longur fram eftir rókini. “Og so kanska flytur tú teg í eitt annað stað,” minnist Lachlan, “ at gera tað sama og taka einar tredivu ella fjøruti fuglar á veg aftur. Tað var rættiliga tungført arbeiði, ja hart.” So lítil tíð sum gjørligt varð brúkt á rókini, og tá rópt varð “Tarning nord” (togið upp), so var maðurin togaður upp á slætt.
Viðhvørt var fjøruti favna línan ikki nóg long at røkka niður á niðastu røkurnar. Tá so var, plagdu tríggir mans at arbeiða saman. Tann fyrsti varð eftir uppiá sum áður, og hinir báðir loraðu seg niður, ein hvørja ferðina; tá næsti maður hevði fingið fast undir føti, loraði tann triði seg niður á næstu rókina.
Fuglurin varð krikasnaraður. Nógvastaðni var ikki neyðugt at hava línu, tí gongt var inn á røkurnar. Aðrastaðni brúktu teir at kasta fuglin niður á sjógv heldur enn at hála hann upp. So lá bátur undir og hentaði upp.
Vandamiklast var at klúgva av sjónum upp á stakkarnar. Teir fóru við báti yvir móti Canachair, og tveir bjargamenn við línu millum sín fóru klúgvandi upp, eins og teir gera í Alpunum. Skuldi annar snávað, so kundi hin kanska forða fallinum.
Havhesturin kann spræna lýsistinkandi spýggju einar tvær til tíggjar føtur frá sær. Men fyri teir á St. Kilda var lýsi av stórum virði. “A veg í línu niður í bergið,” sigur Llachlan Macdonald, “mátti tú fara so vandaliga fram, sum tú kundi, tí ungarnir vóru um at fara á flog, og fært tú ikki skjótt fatur á teimum, so kanst tú vera um ein háls í spýggju.” Fyglingarmaðurin mátti eisini vera fyrireikaður ikki at gerast skakkur av slíkum, tí annars kundi hann verið áhaldsin og mist fótafestið, og so kann ein og hvør hugsað sær, hvat kundi hent í ørbrattum bergi. Fyri at lýsi skuldi vera eftir í maganum á unganum, so snaraðu teir krikan. Teir brúktu eisini stong við eini bukt í at royna at fáa fatur á ungum, sum lógu so óhøgliga fyri, at har ikki var komandi at.
Havhestatíðin vardi fjúrtan dagar. Hvørt kvøld vórðu havhestaungarnir lagdir í eina rúgvu oman móti strondini niðan fyri bygdina, og har fór býtið fram, og hvør fekk í mun til fólkatalið. Hóast røkurnar vóru býttar frammanundan, so býttu tey fongin. “Set nú fyri, at tú hevur eina rók,” sigur Lachlan Macdonald, “ sum gevur nógv meira enn hjá onkrum øðrum, so er tað rættvísari at býta við allar, tá tú kemur heim, so eingin illstøða skal standast av tí.”
“Allir vórðu tiknir saman,” minnist Neil Ferguson, “og so varð býtt – so og so nógv til hvørt húsarhaldið – og tá teir so vóru bornir heim, so varð farið at royta og reinsa. Eldru menninir saltaðu, dreingirnir skóru høvd og bein av, og konurnar royttu fyrst og tóku burturúr seinni. Morgunin eftir varð farið avstað aftur. Tey fáa ikki nógvan svøvn hesa tíðina. Tey kundu arbeiða til tvey trý um náttina og so avstað aftur klokkan átta morgunin eftir.” Sum sagt fingu øll part, um tey høvdu verið við ella ikki. Einasta undantakið frá javnbýti var, um onkur kom fram á ein havhestaunga, sum lá í haga ella bø. Hann ella teir átti hann sjálvur. John Ross fekk frágreiðing um, hví so var. “Skuldi ein ungi verið liggjandi har um náttina, so hevði ein ravnur, heykur ella kráka farið við honum, og so var hann ikki til nyttu fyri nakran.”
Alt av einum havhesti var til nyttu fyri tey á St. Kilda. Fjaðrarnar høvdu virði og vórðu skildar og koyrdar í sekkir at selja. Lýsi varð koyrt úr súlumagunum og í krukkur og nýtt sum býtisvøra, tá faktorin kom. Fuglarnir, sum skuldu brúkast til vetrarmat, vórðu skornir oman eftir bakinum og fyltir við salti og lagdir í tunnur. Innmaturin varð viðhvørt brúktur sum agn, meðan tað, sum eftir var, varð grivið niður. Ein rúgva av fugli varð etin feskur. Teir kókaðu fuglin, og feittið, sum legði seg omaná, var tikið omanav og sett at storkna, so tað kundi nýtast í lampunum.”Hesa tíðin var einki uttan fuglur, lýsi og fjaðrar,” skrivaði presturin Neil Mackenzie. “Klæðini eru gjøgnumbloytt av lýsi, og bæði inni og úti eru bara fjaðrar: viðhvørt sær tað út, sum skuldi tað kavað, so tætt er fjaðrarokið.”
Vanliga brúktu teir ikki at salta fuglin á St. Kilda. Ofta var tepurt við salti og dýrt var tað fyri fátøku oyggjabúgvarnar. Nógvi vindurin, sum áhaldandi strýkur um Hirta, varð nýttur til at forða fyri, at rot kom í kjøtið. At varðveita fuglin varð neyðugt at halda hann turran, so teir bygdu fleiri hundrað smá steinhús, kallaði cleits, sum vóru laðað soleiðis, at vindurin fór millum steinarnar, men ikki vætan.
Cleits finst bert á St. Kilda. Uttan hesi hevði ikki verið møguligt at fingist við tílíkt í einum so ráum og vátligum øki. Hesi steinhúsini vóru bara laðaði av steini og flag. Fløgusteinarnir úr granitti, sum sløddust á eystara partinum av oynni, vóru vælegnaðir til tílíka laðing. Húsini vóru takt við stórum fløtum steinum við flagi á, og inngongdin vendi altíð undan havinum, tí haðani kom mesta vætan og vindurin. Hesi cleits vóru vanliga um átta til tólv føtur í tvørmál og einar fimm føtur til hæddar, og innanfyri hingu fuglakrovini.
Flestu cleits lógu rundan um Village Bay, men oyggjabúgvarnir laðaðu fleiri hundrað aðrastaðni á Hirta, nakrar í líðunum við Conachair, aðrar við Oiseval. Cleits vórðu brúkt til at goyma alt, sum skuldi haldast turt, so sum línur, fjaðrar og eisini klæði. Eisini vórðu tær brúktar sum torvhús.
Tá havhestatíðin var av, so plagdu teir at hvíla seg einar tríggjar dagar. Útlúgvaðir kundu teir nú hvíla seg og gleða seg um, at nú var partur av matinum, sum skuldi halda lív í teimum í vetur, komin til høldar. Men ein annan fong skuldi eisini farast undir, og tað var grásúlan.




