Brot úr størri frásøgn um oyggjabólkin St Kilda, sum liggur vestur úr Skotlandi, og har eingin hevur verið fastbúgvandi síðani fólkini vórðu “tvangsflutt” summarið 1930.
Eftir nógvar áheitanir um at fáa søguna um St. Kilda sum var prenta í pørtum í Norðlýsinum 2015, hava vit gjørt av at koyra ein part annan hvønn dag á heimasíðu okkara.
Ger so væl.
—
Eins og í dag, so er St. Kilda staðið, har flestu súlureiðrini finnast. Ein teljing í 1960 metir, at har eiga eini 40.000 pør á Boreray, Stac Lee og Stac an Armin. Í nítjandu øld var súlan álitið bæði fíggjarliga og til matna: lýsi og fjaðrarnar av fugli hjálptu til at gjalda leigu og skaffa neyðugar vørur av meginlandinum.
Súlurnar eiga á rókum. Bøgan verpur eitt egg, sum bæði bøga og steggi skiftast um at bøla í einar 40-45 dagar. Tá ungin kemur út, er hann svartur og nakin, men skjótt kemur hvítt dún á. Í september hevur ungin fingið fjaðrar, og tá er tað, at teir á St. Kilda fyrireika seg til torførasta og vandamiklasta arbeiði á árinum, at taka grásúlu.
Grásúlan varð tikin á nátt, tá fuglurin var á reiðrinum. Vanliga vóru teir tólv mans í felag – sjey plagdu at fara upp á Boreray og hinir fimm plagdu at liggja á báti. “Henda oyggin,” skrivaði George Atkinson, “er nógv brattari enn Hirta, og tað sær út til at vera sera torført at sleppa á land har.” Áðrenn teir fóru upp á land, lótu menn seg úr skónum og lótu seg í tjúkkar ullintar hosur.
“Menninir av St. Kilda,” helt Atkinson fram (Hann var við á Broreray summarið 1831), “eru sera fimir, tá teir skulu lenda ella koma aftur í bátin á eini klettastrond, meðan tær longu atlantsbylgjurnar lyfta bátin upp og niður við klettin, einar fjúrtan-fimtan føtur, sjálvt tá havið tykist púra slætt. Báturin liggur við síðuni til, og í hvørjum stavni stendur maður við ár at halda bátinum frá at koma ímóti. Ein av skóleysu monnunum stendur mitt í bátinum við eini kveylu av línu um armin; annar maður heldur í endan á línuni, ella er hann festur í bátin, og tá løtan er, so loypur hann á land og inn á ein hellisenda. So togar hann í línuna, sum er føst í batin og heldur soleiðis bátinum, at hinir menninir kunnu koma á land.”
“Tá teir eru komnir á land, so er at fara undir at klúgva upp í bergið, sum er einar 230 metrar til hæddar, og tað kann vera nóg torført fyri hvønn bjargamann, men sjálvt við byrði, fingu vit at vita, kundu kvinnur ganga upp og niður av oynni við einum seyði ella tveimum lombum í arminum.”xx
Súlubølið á Boreray lá sovandi á reiðrunum, men ein fuglur plagdi at vera vakin og siga frá, beinanvegin hann fekk illgruna um okkurt. Hesin fuglurin varð fyrst dripin, tí so kundu teir fara undir teir púra óvarnu fuglarnar og sláa teir við einum lítlum gassa. “Tá vit høvdu arbeitt í einar tveir tímar,” skrivaði George Murray í 1886, “hvíldu vit okkum, og tríggir okkara settu okkum á bera klettin við línu um miðjuna, skýleysa loftið hekk yvir okkum, mánin lýsti fyri okkum, og vit hildu eina felags bøn. Ein hugtakandi løta. Havið lá og blikaði undir okkum, og vit prísaðu honum, sum hevði varðveitt okkum í hesum vandamikla arbeiði.” Tá vit høvdu hvílt okkum eina løtu, fóru vit undir at royta og kryvja og fáa fuglin at hanga í búrunum “the celits”, sum vóru bygd á Boreray, og sum kundi vera til matna eina aðra ferð á oynni. Tá dagur rann, vórðu fleiri hundrað súlur fingnar í bátin, og vit róðu aftur til Hirta. Á støðni stóðu konurnar glaðar at síggja, at allir menninir komu væl aftur, og klárar at fáa fongin til høldar, eftir at hann var býttur.
Súlan er ein stórur fuglur við eini veingjavídd millum fýra og fimm føtur, so hon kann vera rættiliga harðlig, verður hon órógvað á reiðrinum. Hóast tær ikki tilvitað løgdu á mann, so kann ein súla geva tær eitt rættiligt slag við veingjum ella nevi, tá tær royna at flýggja. Á stóru stakkunum, Stac Lee og Stac an Armin, var altíð vandi fyri, at tú í myrkrinum kundi missa fótafesti. “Teir plagdu at fara móti nátt,“ skrivar Neil Ferguson, “og klúgva upp í stakkin (Stac Lee), meðan súlan lá á reiðrinum. Men har var altíð ein, sum helt vakt, og henni fóru teir fyrst eftir og snaraðu hana um krikan. So tóku teir eina fyri og aðra eftir og lótu tær liggja á rókini til dagur rann, so vórðu tær tveittar niður á sjógv og hentaðar upp av bátinum. Á Stac Lee stóðu menninir á einum kneysa, róptur The Casting Point, og haðani tveittu teir súlurnar niður til menninar í bátinum.
Tað var altíð vandamikið at lenda á Stac Lee. “Tá vit komu inn móti stakkinum,” skrivaði Lady Mackenzie í 1853, “komu í túsundtali av súlum ímóti okkum, so nógvar, at tú næstan ikki sá upp í loft. Har er ongastaðni at draga ein bát, tí stakkarnir rísa beint upp úr havi. Vit stýrdu móti einum stað, har ein jarnboltur var boraður niður í klettin, einar tíggju føtur oman fyri hægstu flóð, og úr bátinum varð ein lína við eini lykkju kastað um boltin, og báturin togaður so nær, at nakrir av bestu bjargamonnunum á St. Kilda lupu í land yvir á eina smala hellu. Og so tóku teir seg spakuliga við teirra stongum við eini lykkju av hestahárum í endanum, og skjótt høvdu teir fingið stórt tal av súlum.” Sum teir gjørdu við havhest, so nýttu teir stengur at fáa fatur á teimum óhøgligu fuglunum.
Tá teir vóru lidnir at taka súlu, so kundu línur og stengur goymast burtur til eitt næsta ár. Nú kundu teir tryggir fara undir veturin. Nú var nóg mikið til matna, og lýsi og fjaðrar av havhesti og súlu fóru at gjalda leiguna.
Teir fingu hampiligan prís fyri fjaðrar av báðum fuglum. Nógvu tíðina av nítjandu øld seldi faktorin havhestafjaðrar til ríkisstýrið. Tá tær vóru dampreinsaðar, so kom hvørki lús ella loppa í tær, so tær vóru væl umtóktar av herleiðsluni. Lýsi av havhesti varð søgd at hava nógvar av eginleikunum í livralýsi. Hon varð seld inni á fastlandinum sum heilivágur. Á St. Kilda vildu teir vera við, at lýsi var góð fyri gikt, og í London og Edinburgh varð lýsi seld í fløskum og mett góð móti tannapínu. “Kann nakar vísa ein meira virðismiklan hentleika?” helt ein av St. Kilda fyri í átjandu øld. “Havhesturin gevur lýsi á lampurnar, dún í dýnurnar, besta lystimeti, bestu salvuna at smyrja á sár og túsund aðrar dygdir, sum ikki verður tíð at nevna. Samanumtikið kann sigast, at missa vit havhestin, so er einki St. Kilda.”
Í óminniligar øldir hava fólk bert kunnað livað á St. Kilda, tí har var havhestur og súla. Men ár undan ári kundi sjófuglurin yvirliva, hóast teir veiddu nógv av honum. Men hóast fuglurin er minkaður, so finst hann enn í rættiliga stórum tali á rókunum. Men maður mátti dvína og fara av St. Kilda.
Soleiðis livdu tey á “ the croft”
Á Hirta var í øldir lítil broyting í liviháttinum. “Hóast onnur lond eru útgjørd við eini rúgvu av marglæti,” var úrskurðurin hjá prestinum Kenneth Macaulay í 1756, “so hava tey á St. Kilda fyri at liva bara tað allar neyðugasta.” Trýss ár seinni skrivaði MacCulloch tað sama: “Menninir síggja væl út og eru betur klæddir enn mangir av teirra grannum inni á oyggjunum; teir síggja út til at hvíla í sjálvum sær og taka viðurskiftini, sum tey koma, bæði tá tað kemur til klæði og mat.” Eisini tá tað kemur til nítjandu øld, tá viðurskiftini versnaðu fyri tey á St. Kilda, skrivaði John Ross: “Sum heild liva fólkini væl, men tað, sum manglar, er eitt størri fjølbroytni í mati og meira grønmeti. Ein maður av Skye, sum hevði verið á oynni fleiri ferðir og av og á leingi, segði mær hesa meting. “Tey hava fingið bestu føðina, síðani tey komu úr Merkiliga høgi livifóturin stavaði frá sjófugli. Hann gav teimum mesta av tí, teir høvdu tørv á, og síðani gav hann eigaranum, MacLeod of MacLeod, leigu við vinningi, so hann var ofta ikki smáligur við sínar fjarskotnu leigulendingar. Tað avmarkaða lendið á Hirta var ongantíð nøkur inntøkukelda. Teir máttu arbeiða hart fyri at fáa tað mest neyðuga burtur úr veltingini, men hóast teir brúktu meira tíð at dyrka enn í bjørgunum, so var úrslitið soltið.
Fólkini sóu tó út til at hava tað hampiligt, men bygdin á Hirta í seytjandu øld sá fyri ein uttanífrá komandi rættiliga visalig út. Eitt hundrað og áttati fólk búðu á oynni, sigur Martin Martin, í fimmogtjúgu myrkum húsum. Húsini vóru laðað upp av gróti, takt við flag og strá og lógu oman fyri núverandi bygdina, heldur vestan fyri Village Bay. Tú legði merki til, at húsini lógu soleiðis, at tey fingu sum mest av sólini, og at lendið var rættiliga turt, og tað setti væl undan. Har fekst frægasta lívdin: fjøllini, sum lógu aftan fyri tey spjaddu húsini, vardu fyri norðan- og vestanvindinum, og sunnara herðan av Oiseval tók tað mesta av eysturættini.
Inni í húsinum var alt svart av sóti, og luftin var tung av roykinum av slavnum torvi. Har vóru eingi vindeygu og eingin skorsteinur. Eldurin var á miðjum gólvi, og roykurin slapp bert út gjøgnum lágu dyrnar. Har var lítið av møblum – og hjá oyggjabúgvunum gekk mesta tíðin við at eta og sova á gólvinum. Hvør familja átti einar kvarnarsteinar, ein holustein nevndur clach shoule, sum varð brúktur sum lampa og ein cragan, eitt ílat gjørt úr brendum leiri og nýtt at kóka í. Einasta ljósið var í calch shoule: holusteinurin fyltur við havhestalýsi og við einum torvmola sum veiki. Hvørt hús hevði eisini eina vatnkrukku, sum varð nýtt at bera vatn úr teim mongu løkunum, sum runnu oman úr haganum. Harafturat einar tvær skálir at drekka av.
Hóast tað, so var onkur fyrimunur við hesum svørtu húsum. Har var altíð vindur á Hirta, men tjúkku veggirnir vardu móti duni og sjóði frá honum. Veggirnir vóru eisini soleiðis laðaðir, at teir vóru tættir, so hvørki væta ella trekkur kom inn, og tí var turt inni; so svarta húsið hevði ikki nakað ringt árin á heilsuna hjá einum fólki, sum mest baldist uttandura.
Um veturin vóru umstøðurnar minni íheimligar. Eins og grannarnir á Vesturoyggjunum, so máttu teir í teirra lítillátna húsi búgva saman við neytunum, so tey ikki skuldu farast í kulda. Hóast hetta ikki var tann mest heilsufrøðiliga skipanin, so hevði hon sínar fyrimunir. Umframt at neytini góvu hita, so vóru tøðini, sum vórðu turkað á gólvinum, av stórum virði.




