Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Staðsetingin av grótbrotinum

Oliver Joensen

Klaksvíkar býráð hevur fyri langari tíð síðani avgjørt, at grótbrotið norðuri á Strond , skal flytast til eitt pláss bent uttanfyri bátahylin á Borðoyarvik skamt við sjóvarmálan. Var tað ein røtt avgerð?

Borðoyarvík hevur, so langt søgan dugir at siga frá, verið nýtt til útróður og fritíðarfisking , bæði við smábátum og frá landi.

Víkin hevur tó ongantíð hýst størri útróðrarbátum, til tað hava umstøðurnar har ikki verið egnaðar. Seinnu árini má man siga, at bátar, ið hava havt pláss har, antin eru stuttleikabátar, ella smábátar, ið menn fyri størsta partin hava brúkt at fiska til egna nýtslu. Rakstur av vinnuligum útróðrarbátum hevur ikki valla verið har nakrantíð.

Tó hevur Borðoyarvik seinni árini havt stóran vinnuligan týdning innan aling. Í dag veitir víkin stórt íkast til búskapin her á landi, og tað kunnu vit takka Bakkafrost fyri.

Men ein heilt nýggjur spíri til vinnuligt virksemi er fyri stuttu farin at síggjast við Víkina. Tað er summarhús ella neystaíbúðirnar, ið skjótt gerast fleiri og fleiri við Víkina. Onkrar verða leigaðar út av og á til familju og kenningar, ímeðan aðrar eru meira vinnuligar og hýsa fremmandum ferðafólkum um summari og um veturin.

Í veruleikanum var tað Klaksvíkar Býráð, ið setti ferð á frítíðarvirksemið við Boroyarvík við sera vøkru viðarlundini úti í Grøv og eisini við bátahylinum á Borðoyarvík.

Lítið er at ivast í, at vit í komandi árum fara at síggja munandi vøkstur í ferðavinnuni og tí kann roknast við vaksandi áhuga fyri at gera íløgur í hesa vinnu. Lítið er at ivast í, at spírin til nýggja vinnu vit síggja við Víkina kemur frá øktari ferðavinnu og tí eiga vit at vera umhugsin, tá vit leggja virksemi við Víkina.

At leggja eitt grótbrot uttanfyri bátahylin á Borðoyarvík, har vit beint fáa um endan á hamrinum á Bumshamri, áðrenn hann fer í havið, sýnist at vera meira ein bílig loysn enn ein væluhugsað loysn.