Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Standa saman um at menna økið

John William Joensen

Var greiði boðskapurin frá politisku lokal feløgunum í Norðoyggjum eftir fundin á Sjómannsheiminum í dag.

Nevndarlimir úr øllum politisku valfeløgunum vóru í dag savnaði til fund á Sjómannsheiminum í Klaksvík. Til viðgeran var støðan í Norðoyggjum sum heild og tey politisku signalini sum hava verið framm í seinastuni, baði frá landsmyndugleikunum og eisini ósemjan sum í seinastuni hevur verð millum kommunurnar í Norðoyggjum.
Nógv ymisk evni vóru frammi á fundinum. Klaksvíkar Sjúkrahús, norðoyggar sum ein kommuna, barnaverndarøkið o.a.
Staðfest var, at um verandi gongd í fólkatalinum heldur fram, fer fólkatalið at minkað í økinum og ein orðsøk til hetta er uttan iva at ov fá størv eru í økinum sum krevja hægri útbúgvingar.
Ungdómur, sum søkir sær hægri útbúgving, leitar í ov lítlan mun aftur til norðoyggjar.
Ført var fram at tað skal ein bygnaðarbroyting til fyri at venda gongdini og fyri at arbeiða víðari við hesum var ein bólkur valdur við einum umboði úr hvørjum flokki.
Endamálsorðingin fyri arbeiði hjá bólkinum er: At standa saman um at menna økið!