Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Standa saman um tey eldru

Oliver Joensen

Tey, sum í dag eru eldri í Klaksvík, og løgdu lunnar undir okkara framkomna samfelag, skulu hava tað gott og hava virðilig kor

Í 2006 mælti eg til at søkja landsstýrið um stuðul til bygging av búplássum til eldri, so vit harvið kundu halda áfram at útbyggja eldraøkið í Klaksvík.

Hetta vildi samgongan ikki hoyra, boðini vóru at peningur til eldraøkið var settur av á langtíðarfíggjarætlanini í 2008.

Nú er 2008 komið at enda, og ongin peningur settur av til eldraøkið í Klaksvík. Hetta er eisini í tráð við viljan hjá meirilutanum, tí heldur enn at seta pening av til eldraøkið í Klaksvík, hevur ein meiriluti avgjørt at seta pening í sambýli í Svínoy og ellisheim á Viðareiði, har bæði liggja uttanfyri Klaksvíkar Kommunu.

Hetta kundi eg als ikki taka undir við.

Á fundi í Sosialu Nevnd varð eg kallað út av samgonguni, har eg fekk greitt at vita, at eg skuldi fylgja ætlanunum hjá samgonguni at bíða við eldraøkinum, tí aðrar íløgur skuldu gerast fyrst.

Mótmælti bygging uttanfyri kommunumark
Tað gingu bert fáir mánaðir, so hevði sama samgonga ikki minni enn tríggjar verkætlanir innan eldraøkið, útbygging av Norðoya Ellis- og Vistarheimi, sambýli í Svínoy og ellisheim á Viðareiði.

Tann fyrsta verkætlanin er ein sjálvsognarstovnur við landsstuðli, tí ikki kommunalt mál, hinar báðar verkætlanirnar eru uttanfyri okkara kommunu. Hetta átti at fortalt øllum okkara veljarum hvussu lítið skil hevur verið á stýringini.

Eldraøkið á dagsskrá
Rúm tíð gongur, frá at støða er tikin til at byggja nýtt, til tað stendur liðugt. Tí er alneyðugt, at vit fáa eldraøkið á dagsskrá sum skjótast.

Vit mugu leggja ætlanir um, hvussu, nær og hvar búpláss og íbúðir skulu byggjast. Vit vita, at landið arbeiðir við at leggja alt eldraøkið út til kommunurnar at umsita, tí er alneyðugt at vit fyrireika hetta væl, so kommunan hevur greiðar ætlanir tá hon yvirtekur økið.

Hetta skal gerast beinanvegin eitt nýtt býráð tekur við.

Tey sum eru eldri í dag, eru ein samfelagsbólkur sum ikki er vanur við at krevja, tey hava kent ábyrgd fyri hesum býi og hesum landi og bygt tað upp, til okkum sum eru komin aftaná at njóta gott av. Nú er tíðin hjá okkum í besta aldri, at siga "takk fyri seinast", og skapa virðilig kor hjá teimum eldru.

Gunvá við Keldu
býráðslimur í Klaksvíkar Býráð
og valevni Fólkafloksins, listi A