Jóhan Andrias Reyðberg hevði starvast á Kósini í 30 ár tá Kósavirkið læt dyrnar aftur fyri næstan einum árið síðan.
Dia, sum hann vanliga verður nevndur í Klaksvík, hevur síðan 1987 verið nevndarlimur í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og sum nevndarlimur í Føroyagrunninum var hann við til hátíðarløtuna, tá stjórin í JFK og stjórin í Føroya Banka undirskrivaðu sáttmála um yvirtøku av Kósavirkinum.
– Eg má siga sum er at tað vóru nógv glað fólk sum eg heilsaði uppá tá eg fór ein gongu túr norður á Stangabrúnna gjarakvøldið og eg trúgvi at fólk í Klaksvík eru sera fegin um at Kósavirkið nú aftur fer til verka.
– So nú er bara at bróta upp um armar og arbeiða víðari. At tvey trolpør longu nú hava gjørt avtalu við Kósina merkir at tað skuldi verið nokk av arbeiði til nógvar hendur.
– Tá Kósavirkið stongdi manglaði eg bara 14 dagar til mín 30 ára starvsdag á Kósavirkinum. Eg havi arbeitt á Kósini síðan eg legðist uppá land og eg kann ikki siga annað enn at Kósin hevur verið eitt sera gott arbeiðspláss.
– Nú eri eg farin um pensjónsaldur – men tað skal eingin ivi verða um at eg standi klárur at fara til verka um brúk er fyri mær.
Dia heldur ikki at tað verður nakar trupuleiki at fáa fatur á góðum arbeiðsfólki. Sambart honum hevur Kósavirkið ongnatíð manglað arbeiðsfólk eisini í tíðini tá Roykivirkið koyrdi við fullari megi.




