Beint eftir Ólavsøku, 1. ella 2. august, er ætlanin at avdúkingin skal vera á helluni í Mikladali.
Í trý samfull ár hevur ein bólkur undir Føroya Sjómannadegi arbeitt við at útvega fígging til standmyndina Kópakonan, stóru ferðavinnuætlanina í Mikladali. Hetta er ein stór ætlan, nógv størri enn vit droymdu um, tá vit byrjaðu, men sigast má, at tað hevur gingið stak væl at fáa undirtøku fyri ætlanini. Tað er Klaksvíkar Kommuna, sum saman við vinnulívi og grunnum hava sæð møguleikarnar fyri menning av ferðavinnuni og hava játta pening til átakið.
Nú er komið undir land. Í síðstu viku var eg á vitjan hjá Hans Paula Olsen myndahøggara í Keypmannahavn, og saman fóru vit ein túr til Svendborg á bronsustoyparíið at kunna okkum um gongdina við stoypingini.
Tað vóru vit tríggir, Ólavur Samson, Olivur Thomsen og eg sjálvur, sum átóku okkum, sum eitt toymi at fara undir hetta stóra átak. Men sigast kann kanska, at Hans Pauli Olsen, myndahøggari hevur verið ein orsøk til, at vit hava megna at hildið dampinum uppi í heili trý ár, tí sigast kann, at hann tók hugskotið til sín beinanvegin, tá vit settu okkum í samband við hann og sjálvt um hann onga formliga umbøn hevur havt frá okkum um eina standmynd, fyrr enn fyri stuttum, so fór hann alt fyri eitt undir arbeiðið at skitsera, modelera og ikki minst at gera eitt gipsmodell í fullari stødd, ið hevur staði í Klaksvík í rúma tíð nú.
Niðanfyri eru nakrar myndir frá vitjanini í Svendborg. Umframt Kópakonuna, hevði Hans Pauli Olsen eisini tríggjar ”skipasmiðjuarbeiðarar” til stoypingar har á staðnum, tann eini hevur somu stødd sum Kópakonan nevniliga á leið 2,60m til hæddar, ímeðan hinirbáðir eru í natúrligari stødd.
Tað verður Dávur Winther, frá býráðnum, ið kemur at standa sum samskipari av hátíðarhaldinum í Mikladali.
Ætlanin við hugskotinum um standmyndina av Kópakonuni í Mikladali er, at stuðla undir og at vera við til at menna ferðavinnuna í Norðoyggjum og í øllum Føroyum. Við framúr góða ferðasambandinum til oynna, hevur Kalsoyggin sera góðar møguleikar at menna inntøkurnar í oynni á ferðavinnuøkinum. Oyggin hevur nógv av tí, ið er ímyndin av Føroyum, nevniliga smáar bygdir, vøkur náttúra og framúr møguleikar til túrar í náttúruni. Standmyndin um Kópakonuna skal bert vera enn eitt klípi at gera møguleikarnar fyri inntøkum av ferðavinnu í oynni enn betur.
Oliver Joensen, blaðstjóri




