Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stankov í HB fram til summarsteðgin

Jákup Ósá

HB profilurin Aleksandar Stankov er leigaður úr Viborg.

Formaðurin í HB váttar, at eingin avgerð er tikin um, hvørs HB profilurin Aleksandar Stankov heldur fram í HB.

HB hevur í ár fingið tilgongd frá fleiri nýggjum leikarum. Ein av teimum, sum hevur avrikað væl er Aleksandar Stankov. Hann er frá Makedonia og er leigaður úr Viborg. Leiguavtalan er fram til summarsteðgin. Formaðurin í HB, Kaj Leo H. Johannesen, sigur í stuttari viðmerking við Norðlýsið, at eingin avtala er gjørd við Stankov um at leingja samstarvið. – Vit eru ikki komnir har til enn at tosa um, hvat hendir eftir summarsteðgin. So hann spælir fram til summarsteðgin í HB, sum støðan er í løtuni, sigur Kaj Leo H. Johannesen.

Mynd: HB.fo