Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Start-pakki til nýggjar borgarar

John William Joensen

Nýtt átak frá Klaksvíkar Kommunu skal fáa nýggjar borgarar at kenna seg vælkomnar, skrivar klaksvik.fo

Framyvir er ætlanin, at nýggj húsarhald og nýggir borgarar, ið flyta til Klaksvíkar, fáa ein sokallaðan startpakka frá Klaksvíkar Kommunu. Í startpakkanum verða m.a. ein vælkomuheilsan frá borgarstjóranum, faldarar um ymisk kommunal viðurskiftir og avsláttarmerkir frá vinnurekandi í Klaksvík.

Kommunan lýsir í hesum sambandi eftir avsláttarmerkjum frá teimum vinnurekandi í Klaksvíkar Kommunu. Eitt avsláttarmerki kann t.d. vera, at fyrsta vitjanin í svimjihøllini er ókeypis, avsláttur í hárfríðkanarstovu og fyrsta filmframkalling ókeypis.

Við hesum er vónin, at kommunan og tey vinnurekandi saman fáa nýggjar íbúgvar at kenna seg væl.

Tey vinnurekandi, ið ynskja at luttaka í hesi avsláttarskipan, verða biðin um at seta seg í samband við Miðlan á tlf. 410000 ella senda ein t-post til: klaksvik@klaksvik.fo

Kelda
www.klaksvik.fo