Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Startup Hvannasund

Íverksetarahúsið

Í samstarvi við Hvannasunds kommunu, fer Íverksetarahúsið vikuskifti 7. til 9 februar norður um fjall, at seta fokus á ferðavinnu. Kommunan ynskir at fáa íblástur og hugskot at menna tilboð og tænastur til ferðavinnuna.

Eftir fýra væleydnað Startup Vikuskifti, gongur leiðin nú til Hvannasunds.

Í samstarvi við Hvannasunds kommunu, fer Íverksetarahúsið vikuskifti 7. til 9 februar norður um fjall, at seta fokus á ferðavinnu. Kommunan ynskir at fáa íblástur og hugskot at menna tilboð og tænastur til ferðavinnuna.

Spennandi verður at síggja hvørji hugskot finnast í einum slíkum lokalsamfelag og hvussu langt tey kunnu røkka. Endamálið er, at arbeiða við ferðavinnu – frá hugskot til sølu, uppá einans eitt vikuskifti.

Málið er, at fáa eitt katalog við hugskotum:

– sum kunnu realiserast

– sum vísa, at tað ber til

– sum vísa, at fleiri kunnu taka stigið

– sum geva luttakarunum áræði og eitt netverk til at føra teirra hugskot út í veruleikan.

Við ‘Hugskots kataloginum’ kunnu íverksetarar í Hvannasundi av álvara fara í gond og gera seg til reiðar at taka ímóti fleiri ferðafólkum í summar!

Øll, ið hava hugskot, og sum ynskja at vera við til at styrkja og menna útboðið av ferðavinnu møguleikum í Hvannasunds kommunu, eru vælkomin at luttaka. Tiltakið er ókeypis!

Vit byrja fríggjakvøldið 7. februar kl. 18 við fyrilestrum og hugskotum. Síðani koma luttakarnir at arbeiða í bólkum leygardagin og sunnudagin. Tiltakið endar sunnudagin seinnapart við framløgum, har tað besta hugskotið verður virðislønt.