Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Starv sum havnameistari við Fuglafjarðar havn

(Hannefía Joensen)

Starvið sum havnameistari við Fuglafjarðar havn verður hervið lýst leyst at seta tann 01. november 2008 ella so skjótt sum til ber eftir hetta.

Starvið:
Tú kemur í starvinum at hava leiðsluna av Fuglafjarðar havn, sum umframt havnameistaran hevur 2 havnaumsjónarmenn í føstum starvi.

Førleikakrøv:

Útbúgving sum skipsførari, førleika í enskum máli í skrift og talu, somuleiðis sum tú skalt duga at orða teg væl bæði munnliga og skrivliga, hava teldukunnleika og kunnleika til nýmótans leiðsluamboð.

Vit bjóða tær:
Eitt spennandi og sjálvstøðugt starv, har tú sum leiðari umframt dagligu leiðsluna, eisini kemur at verða við til og menna havnina, sum seinastu árini hevur verið í støðugum vøkstri, og sum ídag telist millum størstu havnir í landinum.

Setanarviðurskifti:
Starvið verður fyribils lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya (KAF) og Føroya Skipara- og navigatørfelag fyri havnameistarar, somuleiðis sum skrivligur sáttmáli eisini verður gjørdur partanna millum um arbeiðstreytir vm.

Fyrsta árið verður at rokna sum royndarár.

Hava tygum áhuga
so eru tygum vælkomin at senda skrivliga umsókn saman við prógvum og møguligum CV og viðmælum til Fuglafjarðar býráð, Postboks 30, 530 Fuglafjørður, og skal henda verða ráðnum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 12. september 2008 kl. 15.00.

Fleiri upplýsningar
fáast við at venda sær til Sigurð S. Simonsen, borgarstjóra á telefon 737777 ella Jákup Frants Larsen, býráðsskrivara á telefon 737702.

Býráðið skilar sær rætt til at velja millum umsóknirnar ella onga at taka.

Fuglafjørður, tann 21. august 2008


Fuglafjarðar býráð