Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Starv sum havnastjóri við Fuglafjarðar havn (endurlýsing)

Lýsing

Starvið sum havnastjóri við Fuglafjarðar havn verður hervið lýst leyst at seta tann 01. oktober 2007 ella so skjótt sum til ber eftir hetta.

Starvið:
Tú kemur at hava dagligu leiðsluna av Fuglafjarðar havn, somuleiðis sum tú eisini í starvinum kemur at átaka tær uppgávur við at marknaðarføra havnina í tøttum samstarvi við havnanevndina og býráðsleiðsluna.

Førleikakrøv:
Útbúgving sum skipsførari ella aðra viðkomandi hægri útbúgving og førleika í enskum máli bæði í talu og skrift, somuleiðis sum tú skalt duga at orða teg væl bæði munnliga og skivliga, hava teldukunnleika og kunnleika til nýmótans leiðslamboð.
Haraftrat skal tú eisini hava hollar leiðsluførleikar frá almennari ella privatari vinnu, og ávísar royndir innan sjóvinnu.

Vit bjóða tær:
Eitt spennandi og sjálvstøðugt starv, har tú sum leiðari fær møguleika fyri at menna havnina.

Setanarviðurskifti:
Starvið verður lønt sambært sáttmála við og avvarðandi yrkisfelag, somuleiðis verður skrivligur sáttmáli gjørdur partanna millum um arbeiðstreytir vm.

Starvstreytir:

Umsøkjarar við royndum innan sjóvinnu hava fyrimun.

Fyrsta árið verður at rokna sum royndarár.

Hevur tú áhuga
so ert tú vælkomin at senda skrivliga umsókn saman við prógvum og møguligum CV og viðmælum til Fuglafjarðar býráð, Postboks 30, 530 Fuglafjørður, og skal henda verða ráðnum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 31. august 2007 kl. 15.00.

Fleiri upplýsningar
fáast við at venda sær til Sigurð S. Simonsen, borgarstjóra á telefon 737777 ella Jákup Frants Larsen, býráðsskrivara á telefon 737702.

Býráðið skilar sær rætt til at velja millum umsóknirnar ella onga at taka.

Fuglafjørður, tann 23. juli 2007

Fuglafjarðar býráð

Harleywoodpaint