Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Starv sum netumsitari á Tænastu og support deildini hjá Nema

Nema

Ynskir tú avbjóðingar og persónliga menning, og brennir tú fyri kunningar tøkni og at hjálpa øðrum, so ert tú rætta fólkið vit leita eftir

Starvið
Tú verður partur av einum toymi, sum veitir KT- tænastur til fyritøkur og stovnar. Tú sleppur at taka ábyrgd eftir áhuga og førleika, og tú verður við í alskyns uppgávum so sum ráðgeving, netumsiting, support, levering av kt útgerð og nógvum øðrum spennandi uppgávum.

Arbeiðsstaðurin er hjá Nema á smyrilsvegi í Tórshavn, haðani tú eisini fert at samstarva við hinar deildirnar hjá Nema í Føroyum. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna.


Tú hevur royndir inna netumsiting og vísir opinleika og forvitni. Tú ert eisini fyrikomandi og málsøkin og kanst arbeiða sjálvstøðugt líka væl sum í toymi. Tú dugir at samskifta bæði skrivliga og munnliga, og tær dámar at skapa varandi sambond, ið gagna bæði kundanum og Nema.

Vit bjóða
Eitt gott, fjølbroytt og spennandi starv í einum professionellum umhvørvi, har tú fært møguleikar at menna teg persónliga og fakliga og sleppur at seta tíni fingramerki á arbeiðsdagin. Tú fært uppgávur og ábyrgd í samsvari við tínar vaksandi førleikar. Løn og setanartreytir sambært sáttmála.

Forvitin?
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Bárður Sanchez Solmunde á tel. 794 242 ella á bss@nema.fo.

Umsóknir
Umsóknir við avritum av viðkomandi skjølum skulu sendast til Nema á hrdeildin@nema.fo ella til, Nema, HR-deildin, Postboks 109, 110 Tórshavn. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 1. juni 2017. Starvið verður sett skjótast gjørligt, men vit bíða fegin eftir rætta persóninum.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Harleyfacadeacryl