Veist tú hvat eyðkennir arbeiði sum dagrøktari, og hevur tú hug at hava eitt smábarnatilboð í egnum heimi?
Arbeiði sum dagrøktari er bæði spennandi og mennandi, eins og tað krevur áhuga og góðar førleikar at vera um smábørn. Vit arbeiða út frá einari tilgongd, har smábarnið hevur rætt til ein tryggan og mennandi gerandisdag við positivum samspæli millum vaksin og børn. Eisini er umráðandi, at børnini hava eitt virkið inni- og útilív.
Arbeiðsstaðurin er í tínum egna heimi og í Spælistovuni á Brekku 36 í Klaksvík. Sum dagrøktari hevur tú 3 til 4 børn í aldrinum frá tíggju mánaðum til trý ár, og hetta gevur tíð til nærveru og umsorgan fyri tí einstaka barninum í smáum bólkum. Í løtuni starvast 14 dagrøktarar í skipanini.
Vit ynskja, at tú:
Umsókn og setanarviðurskifti
Starvið verður sett eftir nærri avtalu, og fyrstu tríggjar mánaðirnir eru royndartíð. Dagrøktarskipanin arbeiðir eftir dagstovnalógini.
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið. Arbeiðstíðin er millum kl. 7.30 og 17.15.
Barnaváttan krevst frá dagrøktaranum og øðrum yvir 15 ár, sum búgva á matriklinum, og sum kunnu væntast at koma í samband við dagrøktarbørnini.
Eftir tríggjar mánaðir verður ein eftirmetingarsamrøða hildin um, hvussu royndartíðin hevur gingist.
Um hetta hevur vakt tín áhuga, ert tú vælkomin at ringja til Fríðunn Jacobsen, leiðara, á telefon 554119. Eg svari fegin spurningum.
Umsókn saman við lívsrensli (CV) skal sendast okkum seinast týsdagin 17. november 2026. Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Dagrøktari til Klaksvíkar kommunu
Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, blómur og kransar tá okkara elskaða mamma, vermamma, omma og langomma Elin Sofía Joensen (fødd…
Integratión NorðEystur bjóðar borgarum til kunningarfund á Miðnámi á Kambsdali hósdagin 29. oktober 2026. Fundurin er ætlaður fólki, sum nýliga…
Reinsitænastan hjá IRF byrjar í dag 20.10.26, at tøma rottangar í Hvannasundi, Norðdepli, Depli, Norðtoftum og í Múla. Tað er…