Heilsutrygd lýsir hervið 7 kommunulæknastørv leys at søkja. Størvini verða sett eftir nærri avtalu við Heilsutrygd.
Møguleiki er at søkja størvini saman við øðrum kommunulækna og harvið skipa arbeiðið soleiðis, at talan kann verða um niðursetta tíð eftir nærri avtalu.
Um størvini
Í Heilsuøki 1 (Fyrr Norðoya læknadømi og Fuglafjarðar læknadømi) eru trý kommunulæknastørv leys at søkja. Umleið 10.500 borgarar eru í Heilsuøki 1. Fýra fastsettir kommunulæknar eru í Heilsuøkinum.
Í Heilsuøki 3 (Fyrr Eiðis læknadømi, Vestmanna læknadømi og Vága læknadømi) eru tvey kommunulæknastørv leys at søkja. Umleið 8850 borgarar eru í Heilsuøki 3.
Í Heilsuøki 5 (Fyrr Suðuroyar læknadømi) eru tvey kommunulæknastørv leys at søkja. Umleið 4.470 borgarar eru í Heilsuøki 5, og tveir fastsettir kommunulæknar eru í starvi.
Serlig skipan í Suðuroy
Í Suðuroy er serlig skipan, har læknar í føstum starvi fáa eitt hálvt grundgjald eyka omaná lønina.
Samstarv
Tey, sum verða sett í starv, skulu vera sinnað til at samstarva við hini starvsfólkini í heilsuøkinum og við starvsfólk í heilsuverkinum sum heild. Tey skulu saman við viðkomandi pørtum vera við til at menna heilsufakligar tænastur og heilsuøkið sum heild.
Læknar kunnu skipa seg soleiðis, at teir kunnu samstarva um viðtaluhøli og viðtalustarvsfólk.
Felagsviðtalur og niðursett tíð
Møguleiki er fyri, at fleiri læknar, eftir avtalu við Heilsutrygd, kunnu samstarva um at røkja viðtalur í felag. Samstarva fleiri læknar um at røkja eina ella fleiri viðtalur, ber til at hava lægri arbeiðstrýst og arbeiðsbyrðu, og læknarnir kunnu sjálvir skipa arbeiðið sínámillum og harvið arbeiða niðursetta tíð.
Um læknar røkja eina viðtalu í felag, fylgja ávís rættindi og ávísar skyldur við. Læknarnir verða settir í starv hjá Heilsutrygd sum aðrir læknar. Í høvuðsheitum kann roknast við, at t.d. grundgjald, basisgjald og skyldur í.s.v. vaktir verða býtt millum læknarnar. Læknarnir hava í felag ábyrgd fyri viðtaluni ella viðtalunum í samstarvinum. Tí hevur felagsskapurin vanliga ábyrgd fyri at røkja viðtaluna/-ar, um talan er um sjúku ella annað forfall.
Skipan
Kommunulæknar í Føroyum virka á einum heilsufakligum ábyrgdarøki, sum fevnir víða, krevur nógv og gevur góðar møguleikar til at menna seg fakliga. Allar kommunulæknaviðtalurnar eru knýttar at talgildu sjúklingaskránni Cosmic, sum er skrásetingarskipan fyri allar kommunulæknar og sjúkrahúsini.
Kommunulæknin samstarvar við aðrar kommunulæknar og luttekur í vaktarskipanum (Læknavaktin og koyrivakt).
Størvini verða sett sambært avtalu millum Heilsumálaráðið og Kommunulæknafelag Føroya og sambært sáttmála millum Meginfelag Sjúkrakassa Føroya (Fíggjarmálaráðið/Heilsutrygd) og Kommunulæknafelag Føroya. Sáttmálapartar eru Fíggjarmálaráðið og Kommunulæknafelag Føroya.
Ískoyti til eftirútbúgvingarskeið verður veitt kommunulæknum í føstum starvi. Viðtaluhøli í heilsumiðstøð fylgja við starvinum, og tey eru ókeypis.
Í umsóknini skal verða tilskilað, hvørja viðtalu søkt verður, og um fleiri, so eiga tær at verða greitt raðfestar.
Um søkt verður um at starvast í felagsviðtalu, eigur at verða greitt frá, hvørjir læknar eru í samstarvinum, hvør er ábyrgdarpersónur, og hvussu ætlanin er at skipa arbeiðið. Felagsviðtalan hevur somu skyldur sum aðrar viðtalur, og tí hevur tað stóran týdning, at læknarnir hava skipað innanhýsis viðurskiftini væl. Hetta kann gerast í samstarvsavtalu um t.d., hvussu arbeiðsbýtið skal vera, sjúku og forfall, og hvussu samstarvið kann enda.
Krøv
Tey, ið søkja størvini, skulu hava serlæknagóðkenning í almennum medisini ella vænta at fáa slíka serlæknagóðkenning í næstum.
Umsóknarfreistin er sunnudagin 1. november 2026.
Skrivlig umsókn við CV og avriti av góðkendum embætisprógvi og yrkisbrævi (autorisatión), viðmælum o.ø. verður send Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-710 Klaksvík ella við telduposti á heilsutrygd@heilsutrygd.fo
Fleiri upplýsingar
Vilt tú hava neyvari upplýsingar um kommunulæknastørvini og læknavaktina, kanst tú venda tær til Turið Holm Johannessen, kommunulækna, turidhj@kl.fo ella Petur Martin Hansen, deildarleiðara, tlf. +298 614000, pmh@heilsutrygd.fo
Heilsutrygd hevur lýst sjey kommunulæknastørv leys at søkja kring landið. Tvey av størvunum eru á Læknamiðstøðini við Sandin í Klaksvík….
Leygardagin 17. oktober verður høvi at fáa dekkini skift hjá Reyni Service í Klaksvík. Opið verður frá klokkan 9 til…
Málið er undir viðgerð, og arbeitt verður við at loysa trupulleikan