Seinastu tíðina hevur ein grønlendskur trolari ligið við bryggju í Klaksvík. Appelsinguli liturin er vælkendur skipalitur hjá Royal Greenland, men er tað Grønlands Natúrinstitut, sum nú eigur skipið, ið síðani 1996 hevur verið nýtt sum havransóknarskip burturav.
Tað er klaksvíkingurin Birgir Sivertsen, sum er skipari umborð á Paamiut. Hann fór fyrsta túrin við Paamiut 13. februar 1992 og hevur sostatt siglt við Paamiut í 25 ár.
Í oktober 1988 fekk hann kjans við trolara hjá Royal Greenland, og tá Natúrinstituttið keypti skipið helt hann fram sum yvirstýrimaður umborð. Síðani 1. januar í 2010 hevur Birgir verið skipari umborð á Paamiut.
Í sambandi við 25 ára starvsdagin hjá Birgiri, verður móttøka umborð, mánadagin 13. februar frá kl. 13.00 – 18:00.
Øll eru hjartaliga vælkomin!!!
Manningin




