Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Starvsetan av tíðindaleiðara í Kringvarpinum neyvan í tráð við niðurstøðu hjá Umboðsmanninum

John William Joensen

Tá starvsfólk í Kringvarpinum innstillaðu Liljan Weihe, sum tíðindaleiðara fram um aðrar umsøkjarar var tað neyvan í tráð við niðurstøðu um gegni hjá limum í einum almennum setanarbólki, sum Løgtingsinsumboðsmaður kom til í samband við starvsetan av aðalstjóra í nú niðurlagda uttanríkisráðnum.

Tá starvsfólk í Kringvarpinum instillaðu Liljan Weihe sum tíðindaleiðara fram um aðrar umsøkjarar var tað neyvan í tráð við niðurstøðu um gegni hjá limum í einum almennum setanarbólki, sum Løgtingsinsumboðsmaður kom til í samband við starvsetan av aðalstjóra í nú niðurlagda uttanríkisráðnum.

Nú nýggjur tíðindaleiðari er settur í fulltíðarstav í Kringvarpinum, er greitt at tað vóru starvsfólk í Kringvarpinum sum sótu í setanarbólkinum sum valdu og vrakaðu umsøkjarar til starvið. Avgjørt var at seta verandi tíðindaleiðara aftur í starvið.

Í juni 2010 var Løgtingsins umboðsmaður biðin m.a. um at meta um gegni hjá limum í einum setanarbólki har m.a. eitt starvsfólk hjá einum umsøkjara var limur:

Álit viðvíkjandi setan av aðalstjóra í Uttanríkisráðnum

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt málið um at seta aðalstjóra í Uttanríkisráðnum í juni 2010.

Meirilutin í setanarnevndini innstillaði J sum nr. 1 og K sum nr. 3 til starvið. Umboðini hjá Uttanríkisráðnum mæltu til at seta K, sum virkaði sum aðalstjóri. Eftir tilmæli frá landsstýrismanninum í uttanríkismálum setti løgmaður K í starvið.

Umboðsmaðurin undraðist á tilmælið hjá landsstýrismanninum í uttanríkismálum at velja umboð fyri Uttanríkisráðið, sum ikki høvdu serligar fortreytir ella førleikar at viðgera og innstilla umsøkjarar til eitt aðalstjórastarv, í setanarnevndina

Sambært skjølunum í málinum varð spurnartekn serliga sett við gegni hjá tí eina umboðnum í setanarnevndini. Hetta umboðið hevði í fleiri ár starvast sum skrivari hjá virkandi aðalstjóranum, sum var ein av umsøkjarunum til starvið. Støðan hjá skrivaranum var sostatt tann, at hon sum eitt undirskipað starvsfólk hjá einum av umsøkjarunum til starvið, hevði sum uppgáva at meta um og innstilla umsøkjarar til starvið hjá stjóranum, herímillum viðgera umsóknina hjá stjóranum sjálvum, sum hevði ein serligan áhuga í úrslitinum av viðgerðini.

Grundað á hesar umstøður meti eg ikki, at tað út frá eini generellari meting kann útilokast eitt trýst frá stjóranum, ella at trúfesti hjá skrivaranum mótvegis stjóranum er sera víðgongt. Tað skal viðmerkjast, at talan sum fyrr nevnt er um eina generella meting, og at individuell viðurskifti ongan týdning hava fyri hesa meting, herundir at løgmaður lýsir skrivaran sum eitt hampafólk og dugnaligt starvsfólk í frágreiðing til mín, dagfest 8. februar 2010.

Vísandi til hetta er tað mín fatan, at F sambært § 3, stk. 1, nr. 5 í fyrisitingarlógini var ógegnig at luttaka í viðgerðini hjá setanarnevndini……..

LES EISINI: SETTU STARVSFELAGA Í LEIÐARASTARV