Leiðslan í KVF fær harðar ábreiðslur í samband við starvsetan av tíðindaleiðara. Ein av Umsøkjarunum hevur kært starvssetanina og Mentamálaráðið sigur í niðurstøðu síni at, ……. hevur málsviðgerðin í Kringvarpi Føroya ikki í nøktandi mun verið í samsvari við almenna setanarpolitikkin og grundgevingarnar til tríggjar av umsøkjarunum lúka innihaldsliga ikki í nøktandi mun krøvini til grundgeving sambært galdandi fyrisitingarrætti.
Leiðslan í KVF fær harðar ábreiðslur í samband við starvsetan av tíðindaleiðara. Ein av Umsøkjarunum hevur kært starvssetanina og Mentamálaráðið sigur í niðurstøðu síni at, ……. hevur málsviðgerðin í Kringvarpi Føroya ikki í nøktandi mun verið í samsvari við almenna setanarpolitikkin og grundgevingarnar til tríggjar av umsøkjarunum lúka innihaldsliga ikki í nøktandi mun krøvini til grundgeving sambært galdandi fyrisitingarrætti.
…..
Sorteraðu skikkaðan umsøkjara, við drúgvum royndum, frá – av órøttum
……Sum víst á omanfyri, verður í fundarfráboðanini frá setanarbólkinum dagfest 21. nov. 2013 og í frágreðingini frá stjóranum dagfest tann 28. nov. 2013 víst á vantandi journalitistiskar, útbúgvingarligar og leiðsluligar royndir, sum, eftir meting Mentamálaráðsins, í hvussu so er ikki er røtt grundgeving fyri í minsta lagi tann eina av umsøkjarunum. Sum víst á omanfyri hevur viðkomandi umframt sína útbúgving sum journalistur, tá ið kravið bert var viðkomandi útbúgving innan t.d. miðlaøkið, gjørt sær drúgvar journalistiskar royndir og nomið sær viðkomandi førleikar innan KT, leiðslu og mál, sí nærri á bls. 4-6 omanfyri.
…. Tískil kundi avgerðin vegna sín veika grundgevingarpart verið egnað til at sáað iva um, hvørt avgerðin er røtt og grundað á saklig og viðkomandi atlit. Hinvegin tala atlit til xxxxxx, sum annars lúkar krøvini til førleikar og eginleikar sambært starvslýsingini, ímóti at meta málsviðgerðarfeilirnar hjá Kringvarpi Føroya sum týðandi.
Mentamálaráðið fer tó, í komandi viðgerðum av starvsumsóknum, at heita á Kringvarp Føroya um at taka størri atlit til grundgevingarapartin, soleiðis at hesin parturin av viðgerðini verður í samsvari við galdandi fyrisitingarrætt
Stjórin í KVF stórt vald í samband við starvsetingar.
Mentanarmálaráðið vísir í niðurstøðu síni á at stjórin hevur rættiliga stórt rásarrúm at meta um umsøkjararnar
……Leiðslurætturin gevur einum arbeiðsgevara rættiliga stórt rásarúm at meta um einstaka umsøkjaran í mun til starvslýsingina. Sum tað sæst á skjølunum lúkar xxxxx øll krøvini til starvið, og tískil er ikki grundarlag fyri at fýlast á avgerðina hjá Kringvarpi Føroya um at seta xxxxx í starv sum tíðindaleiðari á deildini Aktuelt, hóast málsviðgerðin hjá Kringvarpi
Føroya á summum økjum átti at verið munandi betri frágingin.
Niðurstøða
……… hevur málsviðgerðin í Kringvarpi Føroya ikki í nøktandi mun verið í samsvari við almenna setanarpolitikkin, sbr. mál hjá Løgtingsins Umboðsmanni dagfest 22. september 2005, og grundgevingarnar til tríggjar av umsøkjarunum lúka innihaldsliga ikki í nøktandi mun krøvini til grundgeving sambært galdandi fyrisitingarrætti.
….. Hóast hesar málsviðgerðarfeilir, er ítøkiliga avgerðin hjá Kringvarpi Føroya um at seta xxxxx í starvi sum tíðindaleiðari eftir meting Mentamálaráðsins grundað á saklig og viðkomandi atlit innan fyri karmarnar av leiðslurættinum.
Harumframt tala atlit til xxxxxxímóti, at hesir feilir eru at meta sum týðandi feilir við teirri lógfylgju, at avgerðin átti at verið ógildað.
Norðlýsið hevur fingið innlit í niðurstøðuna frá kæraranum, Eivind Jacobsen, sí niðanfyri:




